Category: Kunning

Takkarskriv | Rudda Føroyar 2018

15. septembur 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi, og nú, 10 ár seinni, vóru Føroyar við á fyrsta altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Føroyar taldust millum tey 150 londini, ið luttóku, og her ynskja vit at takka øllum, sum hjálptu okkum at koma á mál. Um vit […]

Røða til Rudda Føroyar endabrestin | Sigrun Mohr – forkvinna í Rudda Føroyar

Mynd: Finnur Justinessen

Hesa røðuna helt Sigrun Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar, í Norðurlandahúsinum í sambandi við endabrestin aftaná altjóða ruddingardagin 15. septembur: Gott kvøld øll somul. Vegna felagsskapin Rudda Føroyar skal eg bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið í kvøld til endabrestin av hesum ruddingardegi. Tann 16. novembur í fjør fekk eg henda fyrispurningin frá Elini […]

Hvussu nógvir samskiparar skulu til fyri at skifta eina peru?

Eg veit ikki, men vit skulu brúka í minsta lagi 10 til at rudda Føroyar. Nýggjur felagsskapur Rudda Føroyar er ein nýggjur felagsskapur, sum virkar til frama fyri einar reinar og ódálkaðar Føroyar við at skipa fyri føroysku luttøkuni í Altjóða Ruddingardegnum, World Cleanup Day, sum á fyrsta sinni verður hildin 15. septembur í ár. […]

Færri enn 50 dagar eftir

global rubbish and rudda føroyar

Milliónir av sjálvboðnum í 150 londum fara at rudda heimin uppá 24 tímar Altjóða Ruddingardagin 15. Septembur fara milliónir av fólkum frá 150 londum at standa saman ímóti heimsumfatandi burturkaststrupulleikanum við at rudda vegir, viðarlundir, strendur, skógir og áarbakkar. Túsundatal av landsfelagsskapum mynda tilsamans eina grøna bylgju, ið strekkir seg um allan heim, frá Nýsælandi […]

Rusktos

rusk í sandagerð2

Visti tú, at hvørt ár verða 8 milliónir tons av ruski slept út í heimshøvini – 80% av tí er rusk av meginlandinum. Tað er tað sama, sum um vit høvdu slept 222 Nørrunur (ferðamannaskip) í havið…hvørt ár! Sannleikin er, at rusk hevur tann keðiliga óvana at ferðast. So við og við sum ruskið verður […]