Í fjør ruddaðu 1.150 fólk samanlagt 21 tons av óruddi úr føroysku náttúruni. Skúlar, stovnar, einstaklingar, skótar og arbeiðspláss.
Felagið var stovnað í 2018. Sostatt var hetta 8. ferð, at vit vóru partur av altjóða ruddingini hjá felagsskapinum World Cleanup Day tann 20. septembur 2025, tá ið 25 milliónir fólk í 212 londum ruddaðu 205.000 tons av ruski.
Enn er langt á mál, tí málið hjá WCD er, at 5% av heimsins borgarum skulu rudda henda dagin, tað eru á leið 400 mill. fólk. Stuttligt hevði verið, um vit kanska sum fyrsta landið kundi nátt málinum, at uml. 2.750 fólk fóru at rudda tann 20. septembur í 2026.
Týdningarmiklan leiklut í norðurlendskum samstarvi
Rudda Føroyar er eisini partur av norðurlendska felagsskapinum Nordic Coastal Cleanup, sum er samstarv millum Grønland, Ísland, Finnland, Áland, Svøríki, Noreg, Danmark og Føroyar. Endamálið er, at vit saman eggja til hugburðarbroyting viðvíkjandi umhvørvi, dálking og endurnýtslu, sjálvbodna rudding og yvirskipað arbeiða fram móti minni ruski og burturkasti í sjónum.
Havburturkast er ein av heimsins størstu umhvørvishóttanum, og seinastu árini eru bæði vitanin og tilvitanin um trupulleikan økt um allan heimin eins og í Norðurlondum.
Í mai vóru Strandaruddingar í Tórshavnar kommunu í samstarvi við NCC:
– Havstovan ruddaði Yviri við Strond
– Tórshavnar kommuna ruddaði í Kaldbaksbotni
– Umhvørvisstovan ruddaði Sugguna í Kirkjubø.
Í oktober í fjør vóru Annika og Beinta, umboðandi Rudda Føroyar, á fundi í Keypmannahavn saman við umboðum fyri hini feløgini í felagsskapinum Nordic Coastal Cleanup.
Vit eru eisini farin í samstarv við Sjúrð Hammer og felagsskapin Arctic Monitoring Assessment Programme (AMAP).
Økini, vit rudda, eru:
– Søltuvík á Sandi
– Suggan í Kirkjubø og
– Mølin á Eiði.
Vit rudda og skráseta tríggjar ferðir um árið – í februar, apríl og august.
Samstørv
Í samstarvi við Greengate hava ferðafólk ruddað tvær ferðir í Kaldbaksbotni og í Sugguni í Kirkjubø.
Ein týðandi partur av arbeiðinum var at styrkja samstarvið kring landið. Annika, samskipari okkara, vitjaði kommunur, skúlar og ferðavinnuna fyri at fyrireika og menna ruddingardagarnar bæði um várið og um heystið.
Vit hava havt fundir við Náttúrutingið og við FNU.
Í undirvísingarhøpi varð eisini gjørt eitt átak á Glasi, har næmingar ruddaðu, skiltu rusk og arbeiddu við framløgum um dálking.
Rudding í Skúvoy
Leygardagin 16. august skipaði Rudda Føroyar fyri rudding í Skúvoy í samstarvi við Visit Sandoy, Jóanisi í Hoygarðinum, borgarstjóra og bónda í Skúvoy, og Atlantic Airways. Umleið 20 fólk vóru við, og saman megnaðu vit at rudda upp í 9 stórar tonsasekkir og 4 net. Tyrlan hjá Atlantic Airways heintaði posarnar og fleyg teir til Sands. Høvuðsuppgávan var at taka niður gamalt hegn og hegnpelar í haganum. Eitt risaarbeiði, men tað ger stóran mun fyri hagan og lendið í Skúvoy, og ikki minst, at vit, ið vóru komin til oynna at rudda, fingu eina sera góða móttøku og eina góða uppliving.
Altjóða talgildur ruddingardagur
Á hvørjum ári í mars er altjóða talgildur ruddingardagur, sum Rudda Føroyar eisini setur sjóneykuna á. Tá heita vit á fólk um at rudda á elektronisku tólum sínum.
Í talgilda “heiminum” finst, eins og í fysiska heiminum, ein rúgva av óruddi, sum upptekur
pláss á okkara fartelefonum, teldum og servarum. Um vit strika alt óneyðugt innihald, sum upptekur pláss, kunnu vit minka sera nógv um okkara CO2-slóð, tí internetið og alskyns cloud-skipanir dálka eins nógv og flogferðsla.
Dálkingarfáboðanir
Av og á venda fólk sær til okkara við fráboðan um dálking í náttúruni, og tá eru tað ofta øki, sum eru illa dálkað. Slíkar fráboðanir ”víðarisenda” vit vanliga til ta kommununa, har óruddið liggur, ella til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Framtíðarynski
Fyri at vit kunnu arbeiða meira miðvíst við teimum málum, vit seta okkum, er umráðandi at hava neyðugu arbeiðsorkuna. Í verandi løtu hevur Rudda Føroyar eitt starvsfólk í hálvtíðarstarvi. Hetta hevur verið eitt týðandi grundarlag fyri at samskipa arbeiðið og tryggja framhaldandi virksemi. Arbeiðsøkið hjá felagnum er tó økt munandi seinastu árini, bæði í mun til tiltøk, samskifti, samstarv og ítøkiliga rudding kring landið. Við verandi starvsorku er avmarkað, hvussu nógv kann fremjast í verki. Tí er eitt greitt ynski at styrkja um starvsorkuna, soleiðis at møguligt verður at seta eitt starvsfólk afturat í hálvtíðarstarv. Hetta hevði givið felagnum betri møguleikar at:
– framt fleiri ruddingartiltøk kring landið
– styrkt samskifti og upplýsandi arbeiði
– ment samstarv við kommunur, feløg og sjálvboðin og at
– tryggja betri fyriskipan og uppfylging av verkætlanum
Ein slík styrking hevði gjørt arbeiðið hjá felagnum meira ítøkiligt og økt um ávirkanina í stríðnum móti ruski í náttúruni. Samstundis hevði ein slík styrking eisini verið við til at skapt betri arbeiðsumstøður og virkað motiverandi fyri verandi starvsfólk.
Um vit taka samanum, er støðan tann, at tørvur er framvegis á felagsskapinum Rudda Føroyar. Hóast vit og mong við okkum gera eitt stórt arbeiði við at rudda, síggja vit, at nógv framvegis órudda. Tí er avbjóðingin frameftir ikki bara at rudda, men at fáa fólk at broyta hugburð, so vit í størri mun taka felags ábyrgd av umhvørvinum.
Í 2025 høvdu vit eins og undanfarin ár gott samstarv við kommunurnar, sum m.a. ger, at burturbeiningin kann fara fram í samstarvi við IRF og kommunalu brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu uttan hóvasták og uttan kostnað fyri Rudda Føroyar. Eins og vit hava sagt áður, so er Rudda Føroyar ein áminning um, hvussu stóra byrðu vit kunnu lyfta, um vit samstarva – ruddingar bøta um støðuna her og nú, men hugburðarbroytingar og endurhugsan skulu til fyri at menna okkara samfelag, so dálking verður søga.
Vit í Rudda Føroyar takka øllum, sum á ein hvønn hátt góvu sítt íkast til ruddingarátakið í 2025. Uttan fíggjarligan stuðul hóra vit ikki undan, so eins og undanfarin ár bleiv søkt um stuðul, og hava hesi stuðlað arbeiði okkara í 2025:
- Betri og Hiddenfjord, høvuðsstuðlar okkara
- Mowi
- Djóraansing við Hildigarð
- Høgra
- SNA
- Tórshavnar kommuna
- Articon
- SEV
- Christian í Grótinum
- Framherji
- Varðin
- IRF
- Kommunala brennistøðin
- Hotel Brandan
- BASE
- Formula
- Runavíkar kommuna
- Atlantic Airways
- Nordic Coastal Cleanup (NCC)
Vit takka hjartaliga fyri stuðulin.
Eisini ein tøkk til Niels Mellemgaard, ið umsitur heimasíðuna hjá okkum!
Til ber at fara inn á heimasíðuna at boða frá dálking:
Boða frá dálking – Rudda Føroyar (ruddaforoyar.fo)
Eisini ber til at tekna seg sum lokalsamskipara umvegis heimasíðuna
Lokalsamskiparar – Rudda Føroyar (ruddaforoyar.fo)
Allur stuðul er kærkomin! Vit hava kontu í:
Betri Banka: 9181 5168602









