Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum tann 16. septembur í ár.
Í 2022 luttóku 14 milliónir fólk úr tilsamans 191 londum.
Altjóða verkætlanin eitur Let’s do it!, og yvirskipaða endamálið við hesum altjóða ruddingardegi er at fáa so nógv lond sum gjørligt at koma nærri ynskinum um ein reinan, sunnan og ruskleysan heim. Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: At nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. Les meira um hesa altjóða verkætlan á letsdoitworld.org.