Nordic Coastal Cleanup (NCC) skiftir navn til Nordic Alliance on Marine Litter. Nýggja navnið skal í størri mun endurspegla breiddina í arbeiðinum hjá netverkinum, sum er at fyribyrgja og berjast móti havdálking í økinum. Netverkið varð stovnað í 2017 og hevur týdningarmiklar uppgávur, m.a. at skipa fyri ruddingarátøkum fyri sjálvboðin, at skilja og skráseta burturkastið, og innsavna dátur. Limalondini í norðurlendska felagsskapinum hjálpast at og deila vitan, tí saman standa vit sterkari.
Marint burturkast ferðast um stranda- og landamørk og krevur tí eitt felags samskipað átak. Nordic Alliance on Marine Litter fremur júst hetta og stuðlar á hendan hátt eina meira vitanargrundaða tilgongd til evnið.
Hóast navnið á netverkinum er nýtt, so eru limalondini tey somu:
Hold Norge Rent (Noreg), #HållSverigeRent (Svøríki), #RenNatur (Danmark), #PidäSaaristoSiistinäry (Finnland), #HållSkärgårdenrenrf (Áland), #RuddaFøroyar (Føroyar), #WorldwideFriends Veraldarvinir (Ísland) og #CSRGreenland (Grønland).









