Aðalfundur 23. juni 2020
Ársfrágreiðing.
Rudda Føroyar bleiv stovnað tann 20. mars í 2018, hetta er sostatt 3. aðalfundur felagsins.
Haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, um eg sigi, at felagsskapurin hevur verið sera virkin hesa tíðina, og at nógv er komið á skaftið. Slíkt hendir sjálvandi ikki av sær sjálvum, men krevur eldsálir og gott samstarv, bæði innanhýsis í nevndini, men sanniliga eisini við kommunur, fyritøkur, stovnar, skúlar og ikki minst persónar kring landið, og tað hava vit havt.
Sjálvur ruddingardagurin bleiv hildin tann 19. septembur í fjør í allarfagrasta veðri.
Vit ruddaðu: í Klaksvík, Sandavági, Miðvági, Sørvági, Vestmanna, Sumba, Fuglafirði, Funningsfirði, Streymnesi, Hoyvík, Nólsoy, Kollafirði, á Velbastað, Tvøroyri, Skála, Argjum og á Langaregni við Oyggjarvegi. Í Havn ruddaðu vit fleiristaðni, eins og vit ruddaðu í Norðskálatunlinum, Kaldbakstunlinum, Hovstunlinum og í Norðoyartunlinum.
1101 fólk vóru tilmeldað, bæði einstaklingar og arbeiðspláss. Tilsamans ruddaðu vit 28.2 tons. Ruddað varð á landi, á og í sjónum, og hugnað varð um við kaffi og tvíflísum í góðveðrinum. Ja, onkrastaðni ljóðaði sangur saman við guittarspæli.
Vit høvdu tveir dugnaligar høvuðssamskiparar ið tóku sær av øllum tí yvirskipaða í sambandi við at fyrireika átakið. Kring landið vóru dugnaligir samskiparar, ið skipaðu ruddingina í teirra nærumhvørvi. Tøkk skulu tit hava fyri tykkara avrik.
Samstarvið við kommunur, IRF og Endurnýtsluna á Hjalla var eisini framúr, stóra tøkk skulu tit hava fyri tað.
Fleiri fyritøkur og stovnar stuðlaðu stóra ruddingartiltakinum og teimum mongu ruddikappingunum, sum vit skipaðu fyri á sosialu miðlunum undan ruddingardegnum. Hjartans tøkk øllsomul fyri tykkara fíggjarliga stuðul og hentari hjálp. Ein serlig tøkk fer til okkara høvuðsstuðul Hiddenfjord. Hiddenfjord er aftur høvuðsstuðul komandi ári, og hetta eru vit sera fegin um.
Síðan ruddingardagin hava vit saman við Norðurlandahúsinum arbeitt við at skipa fyri einum temakvøldi, sum skuldi verð tann 12. mars undir heitinum ”Burðardyggir vanar”. Alt var klárt, men so gørdi korona innrás, og tiltakið varð av ongum. Men vónandi kunnu vit skipa fyri hesum einaferð seinni, tá ið samfelagið er vorðið ”normalt” aftur.
Átakið at rudda Føroyar verður sum ætlað tann 19. septembur í ár, men koronafarsóttin hevur eisini gjørt sína ávirkan galdandi á hesum økinum. Tað krevur fyrireiking og tíð at fyriskipa ein tílíkan dag, og tað var ógjørligt at vita, hvussu leingi Korona fór at hava fastatøkur á øllum virkseminum í samfelagnum. Nevndin gjørdi tí av at skipa tiltakið á ein øðrvísi hátt í ár enn undanfarin ár.
Tiltakið verður skipað umvegis netið, nágreiniliga vita vit ikki enn, men arbeitt verður við málinum. Randi Hjelm Debes verður okkara miðlafólk í komandi tíðum, so hon kemur at hjálpa okkum við hesum. Søkt varð eftir einum miðlafólki, og fingu vit heilt óvæntað 11 væl skikkaðar umsóknir, so torført var at velja teirra millum.
Hóast fleiri kommunur, felagsskapir arbeiðspláss hvør í sínum lagi skipa fyri ruddingarátøkum kring landið, vísir tað seg kortini, at nógv hópar seg upp í okkara vøkru náttúru.
Tí mugu vit halda fram fyri at røkka høvuðssetningi felagsins, ið er at fáa fólk at broyta hugburð, soleiðs at óneyðugt verður at rudda.
Takk fyri.