Í ár hevur verið rættiliga nógv á skránni hjá okkara lítla felagsskapi. Vit skipaðu fyri rudding á Hvalnesi, Skálavík, í samstarvi við Dalsgarður og Sandoyar Kunningarstova / Visit Sandoy. Vit settu í verk átakið #ruddastubbar, har vit settu stubbarør og træstubbar upp kring Havnina fyri at skapa uppmerksemi um dálkingina av sigarettstubbum..
Frá 11.-18. september, skipaðu vit fyri ársins ruddingarviku. Ruddað varð hesi støðini:
- Í Kaldbaksbotni
- Í Kollafirði
- Í Funningsfirði
- Á Velbastað
- Á Skipanesi
- Úti í Bø, Kirkjubø