Hesa røðuna helt Sigrun Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar, í Norðurlandahúsinum í sambandi við endabrestin aftaná altjóða ruddingardagin 15. septembur:
Gott kvøld øll somul.
Vegna felagsskapin Rudda Føroyar skal eg bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið í kvøld til endabrestin av hesum ruddingardegi.
Tann 16. novembur í fjør fekk eg henda fyrispurningin frá Elini Lindenskov: “Skulu vit taka stig til alheimsruddingardagin tann 15. septembur 2018?” Eg var kvik at svara: “Ja, tað gera vit!”, og tað var byrjanin til henda serstaka dagin og hetta serstaka tiltakið, sum nú er um at fara aftur um bak – hesa ferð!
Sum við so mongum øðrum var hetta ein uppgáva, sum vit ikki vóru greiðar um fór at krevja so nógv, sum tað hevur gjørt. Men soleiðis er tað so ofta, og um vit altíð vistu, hvat stríð tílíkt ber í sær, og hvussu nógv orka krevst, tá ið vit kasta okkum út í nakað, munnu tað vera mangar uppgávur, ið aldri høvdu verið fullførdar, og mangar verkætlanir, ið aldri høvdu sæð dagsins ljós.
Tá ið tað er sagt, vil eg kortini leggja dent á, at hetta hevur verið ein spennandi uppgáva og ein mennandi tilgongd á so mangan hátt. Einsamallar høvdu vit megnað lítið og einki, men tað, sum hevur bjargað verkætlanini og borið hana á mál, eru tey fólk, feløg, fyritøkur og stovnar, sum vit hava fingið samband við, og sum so dyggiliga hava tikið undir við hesum tiltaki.
Her kundi verið trivið í so nógv, men skal eg her bara taka tað fram, sum vit halda hevur týðning nú og frameftir.
Í 2008 varð felagsskapurin “Let’s do it World!” stovnaður í Estlandi, og í dag, 10 ár seinri, taka 20 milliónir fólk í 150 londum lógvatak saman og rudda, hvør í sínum landi. Og í ár eru vit í Føroyum komin upp í part.
Eitt ítøkiligt og týðningarmikið úrslit er, at í mars í ár varð felagsskapurin “Rudda Føroyar” stovnaður. Hetta hendi í samstarvi við FNU, Ringrás og onnur umhvørvisáhugað við samskifti og stuðli frá “Let’s Do It World”. Í nevndini sita umframt meg sjálva: Elin Lindenskov, Theresa Jákupsdóttir, Elsa Berg og Heiðrikkur Hanussarsonur Hejnesen.
Mál, uppgáva og virkisætlan eru:
Ein reinur og sunnur ruskleysur heimur!
At sambinda og stimbra fólk kring allan heimin at fáa okkara gongustjørnu ruskleysa.
At fáa hundratals milliónir av menniskjum kring heimin allan at binda seg til eitt einstakt endamál, ið er at rudda heimin og halda hann reinan.
Ikki skuldi verið neyðugt at sent fólk út at rudda í bygdum og óbygdum, tí har til ber at órudda, skuldi eisini borið til at ruddað, at tikið upp eftir sær! Her er helst neyðugt við hugburðarbroyting soleiðis, at alt tað, ið vit dragsa við okkum út í náttúruna, taka vit við okkum heimaftur. Um eingin óruddar, slepst undan at rudda. Hetta eigur at verða partur av uppaling, bæði heima og í skúla. Henda heim, sum vit hava til láns og ráða yvir eina løtu, eiga vit við stoltleika at kunna lata okkara eftirkomarum minst líka góðan, sum vit fingu hann at umsita.
Broyting er gjørlig. Serliga um vit standa saman.
Hetta tiltakið ella kanska átakið, at rudda Føroyar í ein dag, er vónandi bara byrjanin. Líta vit aftur um bak, má sigast, at tann áhugi og undirtøka, sum einstaklingar, feløg, stovnar og fyritøkur hava sýnt og veitt tiltakinum, eru ómetaliga stór og prógva, at viljin at taka ábyrgd fyri at verja náttúruna er stórur, og mong eru til reiðar at hjálpa, tá ið heitt verður á tey, um onkur er, sum skipar fyri.
Og mong eru tey, ið eiga tøkk uppiborna. Á heimasíðu okkara: www.ruddaforoyar.fo eru ella verða allir stuðlarnir at finna, men eru tað kanska serliga nøkur, sum við sínum íkasti hava gjørt átakið møguligt, m.a. við peningi, tí peningur skal til. Her slepst illa uttan um Betri, sum hevur latið fíggjarligan stuðul, 134.000,00 krónur, og Luna, sum hevur stuðlað við 50.000,00 krónum – sera kærkomið.
Onnur hava stuðlað á annan hátt, eitt nú Bakkafrost, sum hevur bjóðað okkum bátar og kranar til at taka rusk upp, har ikki ella illa slepst til á landi, og at flyta tað til savningarstøðini. Flestu kommunur í landinum hava verið sera beinasamar og hava tikið sær av at beina alt burtur, og ein serlig tøkk til Tórshavnar kommunu og Vestpack fyri ókeypis ruskposar.
Øll byrjan er torfør, verður sagt, og einki er at ivast í, at fleiri barnasjúkur hava verið í dag, treyðugt so, tí soleiðis er ofta, tá ið farið verður undir nakað nýtt. Hesir byrjanartrupulleikar verða viðgjørdir, tá ið hetta átakið um stutta tíð verður eftirmett, og rættaðir, tá ið vit aftur fara at rudda tann í septembur 2019. Uppskot, viðmerkingar og hjartasuff viðvíkjandi tiltakinum eru tit vælkomin at senda okkum til heimasíðuna, sum um stutta tíð fær ein serligan postkassa til eftirmetingar og annað.
Hetta hevur verið ein fantastiskur dagur, hjartaliga tøkk øll, tit ið sjálvboðin hava givið tykkara íkast, so ella so, og ynski eg okkum øllum eitt hugnaligt kvøld. Tøkk Norðurlandahúsið fyri innivist hesa løtuna. Tøkk, Gist og Vist og Okkara, fyri fasta og flótandi stimbran eftir ein strævnan, men ríkan og minniligan dag. Eisini ein tøkk til tykkum trý, Theresa, Ingmar og Sissal, fyri at hava samskipað tiltakið so væl. Ein serlig tøkk til tykkum, sum hava staðið fyri at samskipa tiltakið kring landið – uttan tykkum hevði hetta ikki borið til.
At enda havi eg hug at venda mær til tykkara, sum hava sett tíð av til at rudda í dag kring alt landið, men ikki eru ella fáa verið her í kvøld. Vónandi kunnu vit eisini skipa fyri einumhvørjum fyri tykkum næstu ferð.
Ymiskt av tí, ið er sent okkum ymsastaðni frá, fer at verða sýnt her í kvøld, og er tað sera áhugavert, bæði frá sjógvi og av landi. Tað fer at verða tøkt á heimasíðu okkara seinri.
Stóra tøkk, øll somul.