Visti tú, at hvørt ár verða 8 milliónir tons av ruski slept út í heimshøvini – 80% av tí er rusk av meginlandinum. Tað er tað sama, sum um vit høvdu slept 222 Nørrunur (ferðamannaskip) í havið…hvørt ár!
Sannleikin er, at rusk hevur tann keðiliga óvana at ferðast. So við og við sum ruskið verður brotið niður, loysna skaðilig evnafrøðilig og eitrandi evni úr ruskinum. Fyrst søkka tey niður í moldina, síðan binda tey seg í vatnið og í luftina – tey lívsneyðugu evnini, ið eru grundarlagið undir einum heilsugóðum lívi. Úrslitið er, at vit fáa dálkað drekkivatn, smittandi sjúkur, hóttandi luftdálking…alt hetta hevur á ein ella annan hátt samband við ruskið, vit skapa.
Rusk er ein heimsumfatandi trupulleiki. Óteljandi søgur ganga um keðiligu fylgjurnar av ruski kring heimin allan.
Hevur tú hug at vera tann, ið savnar títt land til eitt munagott ruddingarátak? Tað høvdu vit eisini fegin viljað! Í ár verður dentur lagdur á at savna eldhugað og dugnalig fólk kring heimin fyri at skapa eitt sterkt støði undir okkara Heimsruddingardegi 2018.
Tað eru høg mál, men vit hava nyttugar grundleggjandi mannagongdir, ið tú kanst fylgja, og vit ganga tær fegin til handa við okkara royndum og serkunnleika.
Let’s Do It! Heimstoyminum tørvar eisini evnarík, framsøkin, sjálvboðin fólk til at hjálpa okkum at spjaða boðini og at nørast.
Eru tit einstaklingur ella felagsskapur, ið fegin vil vera við, eggja vit tykkum til at gerast ein virkin viðleikari.
Týtt hevur H. J. Hermansen