Mikukvøldið 7. oktober fekk Rudda Føroyar Grønu Gávuna frá Etika.
Grøna Gávan er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í ár vóru vit kosin at fáa hesa gávu, sum hesaferð var ein kekkur á 42.870 kr. Vit eru sera glað og takka Etika hjartaliga fyri stuðulin. Rudda Føroyar er ein felagsskapur, hvørs arbeiði í høvuðsheitinum er sjálvboðið, men tað skerst ikki burtur, at nakað av fígging má til, um vit skulu røkka málinum.
Nevndin hevur umrøtt møguleikan at skipa fyri einum átaki/kampagnu áðrenn ruddingardagin í 2021, so tað er ikki óhugsandi, at hesin stuðulin, sum Etika hevur veitt okkum, verður nýttur til hetta átak, har vit fara at seta kikaran á sigarettstubbar, ið tíverri liggja og sløðast so at siga allastaðni, bæði í bygdum og í óbygdum.