Er tørvur á rudding í bygdini, býnum ella grannalagnum hjá tær? Og hevur tú hug at standa fyri ruddingini? Enn er eingin skipað rudding í Havnini og Eysturoynni, so vit vilja serliga hoyra frá tykkum, ið hava hug til at vera við har um leiðir.
Vit veita posar og syrgja fyri, at ruskið verður heintað ☺️ send okkum boð, um so er, antin á Messenger ella á ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo. 💚