TLF: 78 78 96, T-postur: ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo

Rudda Føroyar saman við okkum!

Meldið tykkum til at rudda niðanfyri

Hevur tú hug at hjálpa at rudda Føroyar? So kanst tú melda teg, títt húski og/ella títt felag, tín stovn ella tína fyritøku til at rudda á altjóða ruddingardegnum 15. septembur. Jú fleiri vit eru, tess meira megna vit, og tess reinari gerast Føroyar.

Við at tilmelda tykkum fáa tit kunning um ruddingar tætt við tykkum, og eina áminning um at luttaka á altjóða ruddingardegnum. Almenningurin fær kunning umvegis teldupost áðrenn ruddingardagin, meðan vit samskipa ruddingarnar beinleiðis við feløg, stovnar og fyritøkur, soleiðis at tað er greitt, hvar og hvussu hesi rudda.