– leygardagin 16. august 2025
Í samstarvi við Visit Sandoy, Jóanis í Hoygarðinum, borgarstjóra og bónda í Skúvoy, og Atlantic Airways skipa vit fyri ruddingartiltaki í Skúvoy.
Leygardagin 16. august fara vit at taka burtur gamalt rustað hegn og hegnpelar. Tað verður ein hugnalig og forkunnug útferð, og samstundis gera vit ein góðan innsats fyri náttúruna ![]()
Ferðing Sildberin siglir av Sandi kl. 08:30 og úr Skúgvi aftur kl. 18:45. Pláss er fyri 40 vaksnum fólkum (aldursmark: 14 ár).
Uppgávan
Vit leggja dent á niðurdottið hegn og hegnpelar henda dagin. Tú skalt hava egnar handskar við. Best er, um tú ert koppsett/-ur fyri stívkrampa.
Gisting
Um tú hevur hug at vera í Skúvoy til sunnudag, ber til at gista ókeypis í gamla skúlanum – tær nýtist bara at hava soviposa, handklæði o.l. við.
Matur
Matur er íroknaður leygardagin – Jóanis í Hoygarðinum, bóndi, bjóðar.
Melda til nú við at senda teldupost til: info@visitsandoy.fo ![]()




