Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama – at fáa einar ruskleysar Føroyar – verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Vit rudda ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsakað av koronu rudda vit saman, men hvør sær.
Soleiðis luttekur tú:
Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her
Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí verður heitt á fólk um at sjálv beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.
Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020
Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let’s Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku yvir 21 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.
Hjálp okkum eisini at fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt, við at brúka okkara vangarammu á Facebook:
Saman kunnu vit skapa ein ruskleysan heim.