Í september 2024 vóru vit á sjeynda sinni partur av altjóða ruddingini hjá felagsskapinum Let’s Do It (World Cleanup Day), tá ið vit saman við 19 milliónum fólkum í 198 londum ruddaðu heili 219.000 tons av ruski. Í Føroyum ruddaðu eini 800 fólk uml. 30 tons av ruski.
Arbeiðið at avmarka og skerja dálking og at rudda náttúruna hevur ment seg, bæði við nýggjum tiltøkum, samstørvum og einari styrktari sjónligari og talgildari tilveru. Vit hava tikið stig til fleiri ruddingartiltøk, bæði lokalt og í samstarvi við altjóða felagsskapir, og vit hava lagt dent á at broyta vanar og at varpa ljós á týdningin av at verja umhvørvið.
Frambrot og fjølbroytt átøk
Tann 2. september varð skipað fyri temakvøldi í Norðurlandahúsinum. Evnið var at broyta vanar, endurnýta meira og tveita minni burtur. Hetta tiltakið var ein liður í at varpa ljós á yvirskipaða endamálið hjá Rudda Føroyar at fáa ein reinan, sunnan og ruskleysan heim. Skráin fyri kvøldið fevndi breitt og vendi sær bæði móti einstaklingum og fyritøkum. Undirtøkan var góð, og framløgurnar vóru kunnandi og spennandi. Samrøður, kjak og upplýsandi framløgur góvu luttakarunum nýggj amboð til at hugsa meira burðardygt í gerandisdegnum.
Afturat hesum hava vit framleitt fimm ”reels” ella stuttfilmar við heitinum ”Tak tað við tær”, sum við stuttum og fangandi boðum á sosialum miðlum varpa ljós á dálking, rudding og burðardygga atferð. Hetta hevur økt um okkara sjónligheit og fangað áhugan hjá fleiri, serliga yngri málbólkum.
Annika, samskipari okkara, er við í heimildarfilminum ”Saman”, sum Betri Trygging hevur framleitt. Filmurin setur við 10 samrøðum sjóneykuna á týdningin av samstarvi og av felagsskapi í burðardyggum verkætlanum.
Menning av samleika og heimasíðu
Ein týðandi broyting í ár var nýggi samleikin hjá Rudda Føroyar. Við nýggjum búmerki og grafikki hava vit styrkt okkara visuella samleika, soleiðis at vit standa sterkari sum ein skipað og professionell rørsla.
Ein íri, Devin Seward, var í starvsvenjing hjá okkum í 6 vikur, hann er lesandi á Trinity College í Dublin og skrivar eina verkætlan um plastdálking, serliga á strondum, og tí var hann eisini serliga upptikin av strandaruddingum, meðan hann var her. Hann luttók í tveimum strandaruddingum, sum eru partur av Nordic Coastal Cleanup, hevur skilt og vigað alt saman við samskipara okkara, Anniku. Hann ruddaði í Sandagerði eina ferð um vikuna og skrásetti ruskið.
Eisini hava vit ment heimasíðuna. Við hjálp frá Devin eru partar av heimasíðuni nú á enskum, soleiðis at útlendingar, sum vilja læra um okkara arbeiði og møguliga stuðla ella luttaka, fáa betri innlit.
Saman um rudding og kunnandi átøk
Í árinum skipaðu vit fyri fleiri ruddingartiltøkum, eitt nú í samstarvi við GreenGate, sum saman við donskum ferðafólkum ruddaði í Kaldbaksbotni.
Vit hava lagt stóran dent á at kunna og upplýsa um umhvørvismál og týdningin av rudding. Niels, sum umsitur heimasíðuna, hevur arbeitt miðvíst við at leggja út samrøður og annað tilfar, soleiðis at fleiri fáa høvi at fylgja við í okkara virksemi.
Vit hava eftir áheitan havt framløgur fyri IRF og fyri Rotary um okkum, og hvørjum vit arbeiða fyri og við. Annika, samskipari okkara, greiddi frá. Hetta er liður í at skapa størri tilvit og at eggja fleiri at gerast virkin í umhvørvisarbeiði.
Altjóða samstarv og luttøka á ráðstevnum
Umframt limaskap í Let’s Do It World eru vit eisini við í norðurlendskari strandarudding, Nordic Coastal Cleanup (NCC). NCC er samstarv millum átta Norðurlond, sum saman vilja eggja til hugburðsbroyting viðvíkjandi umhvørvi, dálking og endurnýtslu, har málið er at savna sjálvboðin at rudda burturkastið við strendur, inni í landinum, fram við áum og vøtnum um øll Norðurlond.
Á hvørjum ári hittast umboð fyri hesi londini á fundi, har Annika og Beinta hava umboðað okkum. Ein stór uppliving var at luttaka á ráðstevnu í Keypmannahavn saman við NCC. Hetta gav okkum møguleika at knýta sambond, læra frá øðrum og deila okkara royndir úr Føroyum við norðurlendskar umhvørvisfelagsskapir.
Vit ruddaðu saman við starvsfólkum frá Havstovuni og Umhvørvisstovuni fram við Sandá og Yviri við Strond. Tilsamans 112 kilo av ruski.
Frá Hold Norge Rent hava vit fingið jakkar, ið hava gjørt tað bæði lættari og tryggari at arbeiða úti í náttúruni. Hetta er ein praktiskur og sjónligur stuðul, ið ger okkara ruddingartiltøk enn meira skipað og professionell – vit takka teimum fyri gávuna.
Altjóða talgildur ruddingardagur
Eins og undanfarin ár settu vit sjóneykuna á altjóða talgilda ruddingardagin, sum er í mars, tá ið vit heita á fólk um at rudda á elektronisku tólum sínum.
Í talgilda “heiminum” finst, eins og í fysiska heiminum, ein rúgva av óruddi, sum tekur pláss á okkara fartelefonum, teldum og servarum. Um vit strika alt óneyðugt innihald, sum tekur pláss, kunnu vit skerja okkara CO2-slóð sera nógv, tí internetið og alskyns cloud-skipanir dálka eins nógv og flogferðslan.
Niðurstøða
2024 hevur verið eitt ár við stórari menning og nýggjum møguleikum fyri Rudda Føroyar. Vit hava styrkt okkara samleika, ment okkara talgildu tilveru, skipað fyri fleiri ruddingartiltøkum og verið við í bæði lokalum og altjóða samstørvum. Arbeiðið er ikki liðugt, men við tí megnararbeiði, sum sjálvboðin og samstarvsfelagar hava lagt í átøkini, eru vit á rættari kós. 2025 fer at bera okkum fleiri spennandi møguleikar, og vit gleða okkum at halda fram við at rudda, kunna og broyta vanar saman við øllum tykkum, sum vilja gera mun!
Vit í Rudda Føroyar takka øllum, sum á ein hvønn hátta góvu sítt íkast til ruddingarátakið í 2024. Eins og hini árini høvdu vit gott samstarv við kommunurnar, ið m.a. ger, at burturbeiningin kann fara fram í samstarvi við IRF og kommunalu brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu uttan hóvasták og uttan kostnað fyri Rudda Føroyar.
Uttan fíggjarligan stuðul hóra vit ikki undan, so eins og undanfarin ár bleiv søkt um stuðul, og hava hesi stuðlað arbeiði okkara í 2024:
- Hiddenfjord, Høgra, Articon, Visit Faroe Islands, Raska/MBM,
- Christian í Grótinum, Framherji, Sev, Articon, Elektron, Varðin,
- Nomatek, Greengate, Tórshavnar kommuna, SNA, Sjógæti, Hotel Brandan,
- Norðurlandahúsið, Betri Stuðul, Base, Útirok.
Heinta pdf fíla av ársfrágreiðingini
Vit takka hjartaliga fyri stuðulin.