Formansfrágreiðing 2019
Felagsskapurin “Rudda Føroyar” varð settur á stovn tann 20. mars 2018. Stovningarfundur varð hildin í Hugskotinum, sum er íverksetanarhúsið hjá Tórshavnar kommunu. Í nevndina komu: Sigrún Mohr, forkvinna. Heiðrikur Hejnesen, næstformaður. Elsa Berg, umboðandi Ringrás, skrivari. Elin Lindenskov, kassameistari. Theresa Jákupsdóttir, umboðandi FNU, nevndarlimur, og Durita Samuelsen og Súsanna Laursen vórðu valdar til grannskoðarar.
Tá ið ein tíð var farin, tók Heiðrikur Hejnesen seg úr nevndini, og í hansara stað kom Sissal Carlsdóttir á Lag. Tá ið Elsa Berg tók seg úr nevndini, kom Ingmar Valdemarsson á Løgmansbø í hennara stað. Eftir eina tíð samtykti nevndin, at grannskoðaravirkið Januar skuldi grannskoða roknskap felagsins.
Navn felagsins er ”Rudda Føroyar” við hjánavninum ”Let’s Do It Føroyar”, og endamál felagsins er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim fyri at fáa føroyingar og allan heimin at standa saman um at broyta hugburðin til rusk í náttúruni.
Hetta hevur á mangan hátt verið eitt áhugavert, spennandi og gevandi ár, ið hevur lært okkum nógv, ikki minst um samstarv og fyrireiking á fleiri økjum.
Vit hava havt eitt ótal av fundum, tað veri seg innanhýsis, við fyritøkur, stovnar, kommunur, og eisini høvdu vit ein kunnandi fund við landsstýriskvinnuna, eins og at vit hava verið í miðlunum fleiri ferðir.
Hetta var so á fyrsta sinni, at Føroyar vóru partur av samskipaða ruddingarátakinum hjá Let’s Do It World saman við 150 øðrum londum.
Gott samstarv gjørdist grundarsteinurin undir “Rudda Føroyar” felagnum og verkætlanini frá byrjan. Íverksetanarhúsið Hugskotið var avgerandi samstarvsfelagin, tá ið verkætlanin fór av bakkastokki. Tey hjálptu okkum at seta eina greiða kós fyri verkætlanini við at leiða okkum ígjøgnum nógv av fyrstu stigunum so sum at lýsa verkætlanina, orða viðtøkur, stovna felagið, gera eina fíggjarætlan og søkja um stuðul, tí skjótt var greitt, at hetta var ein stór og krevjandi verkætlan, ið kravdi meir og annað enn sjálvboðið arbeiði. Tí var neyðugt við fíggjarligum stuðlum, og sendar blivu hópin av stuðulsumsóknum til feløg og fyritøkur. Frá nøkrum kom einki svar, onnur góvu noktandi svar, men tá ið avtornaði, fingu vit knappar 200.000 kr í stuðli. Hetta gjørdi, at nevndin kundi seta samskipara til at taka sær av øllum ti praktiska. Linda McDonald sat í hálvum starvi frá 1. juni til 31. august, Ingmar Valdemarsson á Løgmansbø frá 1. august til 30. septembur og Theresa Jákupsdóttir frá 1. septembur til 30. septembur.
Fyri at fáa ymsu partarnar av landinum umboðaðar, tørvaði okkum lokalar samskiparar, sum kundu taka sær av uppgávum og fyrireikingum í sínum nærumhvørvi. Leitanin varð sett í verk á sosialu miðlunum, har vit funnu fram til fleiri tøkar og ídnar samskiparar, men tað vísti seg tó at ganga striltið at fáa alt landið umboðað.
Tá ið samanum kom, høvdu vit 10 samskiparar, so næstan alt landið var umboðað. Samskipararnir funnu og skrásettu dálkað støð í teirra ábyrgdarøki, har tørvur var at rudda, hildu fólki og feløgum til at luttaka í ruddingunum, hjálptu at skipa fyri, hvør skuldi rudda hvar, umframt sjálvsagt at skipa fyri á sjálvum degnum.
Við samskiparunum upp á pláss kundu vit mynda ein samstarvsleist við landsins kommunur. Okkara uppskot var, at “Rudda Føroyar” tók sær av allari fyriskipan (uttan so at kommunurnar sjálvar ynsktu ein størri leiklut), men kommunurnar skuldu syrgja fyri, at uppruddaða burturkastið varð burturbeint í samsvari við kunngerðina um burturkast. Hesin samstarvsleisturin varð lagdur fram fyri landsins kommunur umvegis Kommunufelagið og samtyktur har.
Góða samstarvið við kommunurnar gjørdi, at burturbeiningin kundi fara fram í samstarvi við IRF og Kommunalu Brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu uttan meira hóvasták, soleiðis at eingin kostnaður stóðst av hesum fyri “Rudda Føroyar”.
Við hesum høvuðsavtalunum vóru størstu avbjóðingarnar beindar av vegnum, soleiðis at vit kundu halda fram við fyrireikingunum av altjóða ruddingardegnum við vissu um, at burturkastið bleiv handfarið rætt eftir ruddingina.
Vit áttu at vitað tað, og tað skuldi ikki komið óvart á okkum, men enn einaferð mugu vit sanna, at vit mugu grulva, áðrenn vit fara til gongu. Kanska er ringt ella ógjørligt at sleppa undan barnasjúkum, og vit sluppu heldur ikki undan teimum. Men tíbetur hevur felagsskapurin saman við samskiparum bast teimum flestu, er komin væl undan og stendur sterkari nú til at taka tær avbjóðingar, ið annar ruddingardagurin, sum verður tann 21. septembur 2019, hevur at bjóða.