Vit hava fingið nýtt búmerki! Høgra hevur sniðgivið búmerkið, sum vit eru sera glað fyri.
Í búmerkinum hava vit savnað saman “skaddar” bókstavir og sett teir saman til eina sermerkta heild. Ruskið, sum er savnað saman, verður endurnýtt ella -vunnið. Líka sum við endurvinning skilir hetta búmerkið seg úr mongdini og fær teg at undrast. Og tú kanst tulka búmerkið á ymsan hátt. U’ið kann brúkast sum ein ruskspann, og O’ið kundi verið heimurin, sum vit skulu halda hondina undir og so framvegis. Litirnir eru blátt og grønt – náttúrulitir 💙💚
Hvat dámar tykkum?