Rudda Føroyar skipað nýggja nevnd
Tann 9. mars var árligi aðalfundurin hjá Rudda Føroyar hildin. Í ár var aðalfundurin almennur og var hildin í Auluni í Finsen. Eitt sindur av áhoyrarum vóru til spennandi framløgurnar. Skráin sá soleiðis út:
- Sigrún Mohr bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðnum hjá Rudda Føroyar fyrr, nú og frameftir
– Lokalsamskiparar, Oddny Heðinsdóttir Olsen og Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, greiddu stutt frá uppgávuni - Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, segði nøkur orð
- Súsanna Berg frá IRF greiddi frá, hvussu tey skilja og endurnýta
- Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, greiddi frá nýggjari kanning um, hvussu húsarhald skilja
- Nevndin varð vald
- Spurningar og hugleiðingar frá salinum
Nevndin hevur fingið tveir nýggjar limir, sum vit fegnast um. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Sigrún Mohr, forkvinna
- Elin Lindenskov, kassameistari
- Sissal Carlsdóttir á Lag, nevndarlimur
- Beinta Gaard Davidsen, nevndarlimur
- Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, nevndarlimur
- Bjørk Berg Wiggins, tiltakslimur
2022 – eitt gott ár fyri felagsskapin og fyri Føroyar
Á ruddingardegnum sjálvum og døgunum rundanum vóru á leið 1.300 fólk úti og ruddaðu í føroysku náttúruni. Nøgdin av burturkasti táttaði í 30 tons. Bæði fyritøkur og einstaklingar eiga æruna av upptakinum.
Ruddingar vóru í 20 ymsum bygdum og økjum um alt landið.
Eins og undafarin ár var samstarvið við kommunur, IRF og Endurnýtsluna á Hjalla sera gott, stóra tøkk skulu tit hava fyri tað. Fleiri fyritøkur og stovnar hava stuðlað okkum í 2022, bæði fíggjarliga og við hentari hjálp. Hjartaliga tøkk, øll somul.
Vit hava eisini dugnaligar samskiparar kring landið, ið skipaðu ruddingina í sínum nærumhvørvi. Tøkk skulu tit hava fyri tykkara avrik.
Átakið at rudda Føroyar verður tann 16. septembur í ár. Sigurd Justinussen verður aftur høvuðssamskipari okkara í ár.
Hóast fleiri kommunur, felagsskapir og arbeiðspláss hvør í sínum lagi skipa fyri ruddingarátøkum kring landið, vísir tað seg kortini, at nógv órudd, serliga plastikk, hópar seg upp í okkara vøkru náttúru. Tí mugu vit halda fram fyri at røkka høvuðssetningi felagsins, ið er at fáa fólk at broyta hugburð, soleiðs at óneyðugt verður at rudda.
Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum. Í 2022 luttóku 60 milliónir sjálvboðin úr 191 londum. 303 túsund tons av ruski vóru ruddað.