Føroyar vóru aftur í ár, partur av stóra altjóða tiltakinum World Cleanup Day hjá Let’s Do It World felagskapinum í Estlandi. Sjálvt um tiltakið varð ørðvísi skipað í ár, soleiðis at vit ikki høvdu samskiparar, eru vit sera væl nøgd við stóra luttakaratalið og mongdina av ruskið, ið ruddað bleiv.
Í ár bleiv tað skipað soleiðis, at ruddað var í eina heila viku, t.v.s. frá 12.-19. september, í staðin fyri bert ein dag. Veðrið var til vildar fleiri av døgunum, og vit fingu notið okkara vøkru náttúru, meðan vit ruddaðu.
Umframt at vera takksom fyri stóra luttakaratalið í ár í Føroyum, eru vit eisini takksom fyri allan stuðulin vit hava fingið frá feløgum, fyritøkum og kommunum. Hiddenfjord er okkara høvuðsstuðul í ár. Við stuðli frá tykkum øllum tilsamans, er enn lættari at náa á mál.
Úrslitið í ár, er samanumtikið sera flott, og kunnu vit avdúka, at vit í ruddingarvikuni høvdu 1.234 skrásettar luttakarar ið ruddaðu heili 15 tons av óruddi.
Við vón um minst líka góða og fantastiska luttøku í 2021.
Blíðar heilsur
Rudda Føroyar nevndin
Saman skapa vit ein ruskleysan heim!
Myndin er lánt frá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.