Stuðla arbeiðinum hjá Rudda Føroyar
At samskipa altjóða ruddingardagin er eitt stórt arbeiði. Í ár 2020 var ein ruddingarvika fyriskipað á øðrvísi hátt enn undanfarnu árini, har føroyingar ruddaðu um alt landið – saman, men hvør sær. Men hart arbeiði gevur eisini úrslit. Upp á eina viku ruddaðu 1234 fólk 15 tons av burturkasti upp úr føroysku náttúruni, og okkurt annað árið hava føroyingar tikið heili 22 tons av burturkasti upp upp á bert ein dag! Vilt tú stuðla okkum í at endurtaka bragdið?
Allur stuðul er kærkomin!
Vit hava kontu í:
Betri Banka: 9181-5168602