Samrøða, sum Devin Seward hevði við Ólav Sjúrðarberg
Plastdálking við strendurnar og í havinum er ein trupulleiki um allan heim, sum heilt víst ávirkar Føroyar. Eg tosaði við Ólav, fyri at fáa meiri vitan um, hvussu hesin trupulleiki ávirkar fiskimenn í Føroyum. Ólavur hevur øll árini fiskað í frítíðini og hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til sjógvin.
Ólavur finnur ikki plast úti á sjónum; hann er altíð sera reinur, og tó, so sær hann ofta plast og annað burturkast í havnum og nær bygdum. Hann sær fiskakassar og tómar bommposar og djúspakkar, sum børn lata fara við vindinum. Ólavur hevur ongantíð funnið plast í maganum á fiski, men hann hevur hoyrt um at hetta kemur fyri.
Fiskimenn og onnur bátafólk hava eitt tætt tilknýti til økini við strendurnar, og tey ansa eftir ikki at dálka. Í Klaksvíkar havn sleppa tey av við burturkastið á rættan hátt, og hendan hentleika hava tey havt í tríati ár, og hetta hevur virkað fyri, at sjógvurin er reinari.
At tosa við Ólav, birti í mær eina vón fyri umhvørvinum; eg merkti, at fiskimenn hava umsorgan fyri sjónum. Eg føldi, at alt er møguligt, tí vit hava nógv góð fólk á okkara síðu, sum vísa bæði eldhuga og ágýtni.
Ólavur segði mær, at hóast hann ikki bar eyga við burturkast úti á sjónum, so vóru tað fleiri støð, har tað ber til at fáa eina ábending um, hvussu reinur sjógvurin er. Á hesum trimum støðunum rekur burturkast úr sjónum uppá land.
Fyrst fór eg til byrgingina í Haraldssundi, og her sá eg yvirraskandi nógv plast og annað burturkast, dekka grótið.
Ímillum burturkastið hevði ein æða bygt sær reiður, og hetta fekk vónina at kámast, sum eg áður hevði kent. Eg hevði so ilt av æðuni, sum varð noydd at liggja í okkara dálking.
Síðan fór eg til byrgingina í Hvannasundi, har mongdin av burturkasti var nógv minni, men har var tó ein mongd av plasttogum og smærri plastpettum.
At enda fór eg til Viðareiðis og vitjaði fjørðuna á eystursíðuni í bygdini. Har fann eg nógv burturkast, harímillum fleiri bildekk og stór petti av flamingo.
Hóast vit kanska ikki síggja plast flóta á sjónum, so er tað har og tað fer at reka uppá land. Eftir at hava tosað við Ólav, er tað klárt fyri mær, at fólk fegin vilja halda umhvørvið reint, men vit hava tørv á at skipa okkum væl. Rudda Føroyar ger eitt megnar arbeiði við at rudda umhvørvið, men tey kunnu ikki gera hetta uttan sjálvboðin hjálparfólk. Næstu ferð tú hevur ein frídag, kundi tú kontakta Rudda Føroyar ella rudda eitt øki og síðan skrásett ruddingina á teirra heimasíðu.