Bambust. Tað hevur ligið og murrað aftanfyri í heilanum onkunstaðni. Um tað er skilvísi, samvitska, ótti ella okkurt heilt annað, veit eg ikki, men tað hevur spakuliga otað seg nærri vaknu tilvitskuni, og fyllir alsamt meira, og at enda ber mær ikki til at lata sum einki longur. Tað snýr seg um umhvørvið. Um míni carbonfótafet, um mína nýtslu og yvirnýtslu, um tað eg velji at keypa, nýta og eta. Hvat og hvussu nógv rusk eg framleiði, og hvat eg velji at gera við mítt rusk. Mítt. Rusk. Hesi orð hoyra vit ikki ofta, tí rusk er ikki nakað, vit eiga, ha? Rusk er tað vit ‘ikki-eiga’ tí vit tveita tað burtur. Tað fer í gráa, reyða, gjøgnumskygda ella annan posa, og so er tað horvið. Eg havi trupult við at viðurkenna, at rusk er nakað eg eigi, tí rusk er ikki nakað, eg havi hug til at eiga og seta í samband við myndina eg havi av mær sjálvari. Men eg framleiði fleiri kilo av ruski hvørja viku, sum eg sendi víðari til onnur at taka sær av, so eg sjálv sleppi frá. Og tá tað er so lætt og ómakaleyst at tjumsa alt í ein ruskposa, um hvørvur hvønn mikumorgun, meðan eg enn sovi, so í botn og grund er tað ikki neyðugt hjá mær at hava eina hugsan um rusk. Tá okkurt ljóðar ov gott til at vera satt, so er tað sum oftast so. Avbjóðingin er, at eingin kemur og bankar meg í høvdið, um eg ikki havi skilt ruskið rætt. Eingin kemur og skeldar meg, um eg havi lagt ljósperur og tómar dunkar við hárlakki í vanliga ruskposan. Eingin er vónbrotin, um eg má fáa mær eina skrellispann afturat uttanfyri, tí vit framleiða so nógv, at ein ikki er nóg mikið. Og sjálvt um vit burdu vitað betur, so gera vit tað, sum er lættast og krevur minst ómak. Tí náttúran pikkar ikki upp á dyrnar, tá vit tveita papp og pappír í gráa posan í staðin fyri at nýta grønu spannina, og heldur ikki, tá ókrútstýnarin, við alskyns effektivum eitrandi evnum, verður stoyttur í túnið. Hvør krevur meg so til svars? Beint nú er tað uppgávan hjá mínari egnu samvitsku. So eg havi keypt mær eina bambustannbust. Livst so spyrst.
Skrivað hevur: Elin Michelsen.
Mynd: Superkitina á Unsplash