Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum í september á hvørjum ári. Á hvørjum ári luttaka umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum.
Móðurverkætlanin eitur Let’s do it!, og yvirskipaða endamálið við altjóða ruddingardegnum er at fáa so nógv lond sum gjørligt at koma nærri málinum um ein reinan, sunnan og ruskleysan heim.
Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá bæði einstaklingum og fyritøkum: At rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. Les meira um hesa altjóða verkætlan á letsdoitworld.org.
Í miðal 20 tons um árið tikin upp á árliga ruddingardegnum
Føroyar hava verið við á altjóða ruddingardegnum síðani 2018. Dagurin er í september á hvørjum ári. Tað er okkara vón, at so nógvir einstaklingar og fyritøkur sum møguligt vilja vera við okkum at rudda og gera vart við, hvussu nógv burturkast legst á hvørjum ári.
Oman fyri 1000 føroyingar, bæði einstaklingar og fyritøkur, plaga at vera við. Meira enn 100 tons eru ruddað úr nátturuni síðani 2018.
TÚ gert mun
Fyri hvønn plastikkposa, sum verður tikin upp, verða 20 gramm minni av plastikki í náttúruni. Tað er ikki nógv, men um 5% av okkum taka ein plastikkposa upp hvør, verða tað 50 kg. tilsamans – og tað er bara í Føroyum.
Títt arbeiðspláss ger eisini mun!
Seinastu árini hava nógvar fyritøkur tikið lut í árliga ruddingartiltakinum. Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá eini fyritøku ella felagsskapi at hava ein aktivan dag saman, sum ger góðan mun fyri umhvørvið.
Fyritøkur og stovnar hava eisini gjørt stóran mun fyri tilverugrundarlagið hjá Rudda Føroyar við at stuðla fíggjarliga. Seinastu árini hevur Hiddenfjord verið høvuðsstuðul okkara. Sí allar stuðlar her.