Korona setti eisini síni spor á arbeiði og ætlanir okkara í 2020. Tann 12. mars var ætlanin at skipa fyri einum áhugaverdum tiltaki saman við og í Norðurlandahúsinum undir heitinum ”Burðardyggir vanar”. Alt var klárt, men sum øllum kunnugt var hetta dagurin, tá ið Føroyar ”stongdu”, og tí bleiv tiltakið avlýst. Vit vóru, eins og undanfarin ár, partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day. Hóast endamálið var tað sama – at fáa einar ruskleysar Føroyar – varð átakið skipað nakað øðrvísi. Tað var eingin skipað rudding, men umvegis talgildu miðlarnar heittu vit á fólk um at skráseta rudding á heimasíðu felagsins, hvar ruddað bleiv, tal av ruddarum og nøgd í kg. Eisini bleiv heitt á fólk um at beina ruskið burtur sjálv og at senda okkum myndir. Tilsamans blivu samlað 15 tons av óruddi, og tað halda vit er sera flott – kann líka nevna, at hesi trý árini, vit hava skipað fyri rudding, eru uml. 65 tons av óruddi tikin upp úr Føroysku náttúruni.
Grøna Gávan
Í oktober 2020 fekk Rudda Føroyar Grønu Gávuna frá Etika. Grøna Gávan er peningur fyri sølu av vatni á Etika. Innkomni peningurin verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í fjør vórðu vit kosin at fáa hesa gávu, sum var ein kekkur á 42.870 kr. Nevndin arbeiðir við eini ætlan um at skipa fyri einum átaki/kampagnu áðrenn ruddingardagin í ár, og hava vit tí samtykt, at hesin stuðulin, sum Etika hevur veitt okkum, verður nýttur til hetta átak, har vit fara at seta kikaran á sigarettstubbar, ið tíverri liggja og sløðast so at siga allastaðni, bæði í bygdum og í óbygdum. Á heimasíðu felagsins ber til dulnevnt at boða frá dálking og óruddi, og hava vit fingið fitt av fráboðanum, sum vit senda avvarðandi kommunum og siga, at vit fegin samstarva um upprudding, um tær ynskja tað. Hóast nógv tons eru tikin upp, er tað tíverri nógv, ið enn liggur og sløðist kring oyggjarnar, bæði í bygdum og óbygdum. Tí mugu vit halda fram fyri at røkka høvuðssetningi felagsins, ið er at fáa fólk at broyta hugburð, soleiðs at óneyðugt verður at rudda.
Takk fyri.
Sigrún Mohr, forkvinna