Rudda Føroyar hevur móttikið Grønu Gávu frá Etika
Mikukvøldið 7. oktober fekk Rudda Føroyar Grønu Gávuna frá Etika. Grøna Gávan er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í ár vóru vit kosin at fáa hesa gávu, sum hesaferð var ein kekkur á 42.870 kr. Vit eru sera glað og takka Etika…