Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)
Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.
Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Les meira á síðuni Privatpolitikkur & Cookies.
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
wp-wpml_current_language | 1 day | No description |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
AWSELBCORS | session | This cookie is used by Elastic Load Balancing from Amazon Web Services to effectively balance load on the servers. |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
_ga | 2 years | This cookie is installed by Google Analytics. The cookie is used to calculate visitor, session, campaign data and keep track of site usage for the site's analytics report. The cookies store information anonymously and assign a randomly generated number to identify unique visitors. |
_gat_gtag_UA_176057482_1 | 1 minute | This cookie is set by Google and is used to distinguish users. |
_gid | 1 day | This cookie is installed by Google Analytics. The cookie is used to store information of how visitors use a website and helps in creating an analytics report of how the website is doing. The data collected including the number visitors, the source where they have come from, and the pages visted in an anonymous form. |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
__Host-airtable-session | 1 year | No description available. |
__Host-airtable-session.sig | 1 year | No description available. |
brw | 1 year | No description available. |
login-status-p | past | No description |
💚 Enn ein First Lego League-søga 💚
6. og 7. flokkur í Porkeris skúla hava skrivað verkætlan um plastdálking í havinum. Tey hava funnið út av, at í minsta lagi 8 mió. tons av plasti fara í havið hvørt ár, tað svarar til, at ein lastbilur koppar eini fullari last av plasti í havið HVØNN MINUTT!
Tað halda tey - og vit - vera ræðuligt fyri djór og fuglar, sum liva av føði úr havinum.
Børnini settu seg fyri at skipa fyri ruddingarátaki í Porkeri. Allur skúlin ruddaði fjøruna í 1 tíma og savnaði 135 kilo av ruski. Flott, tit ⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️ ... Sí meiraSí minni
💙 “Vit eru 5. flokkur í Stranda skúla, vit luttaka í First Lego League 2024 - evnið er “submerged” - um havið!
Veruleikin er, at tað er nógv plast/skrell í sjónum. Vit vilja gera tað, vit kunnu fyri at varðveita djóralívið í sjónum - og harvið eisini okkum!” 💙
Soleiðis siga røsku børnini í 5. flokki í Stranda skúla, sum hava skipað fyri so góðum ruddingarátaki seinastu vikurnar. Tey skipaðu fyri kapping, har tey bjóðaðu fólki av at rudda fjørur, áir, grannaløg, runt í bygdini, runt hús - ja, har tey vóru!
Og tey hava skrásett heili 450 kilo av ruski! 💚 fantastiskt, tit.
#strandastjørnur ... Sí meiraSí minni
🌟 4,8 TONS! 🌟
Hiddenfjord, høvuðsstuðul okkara, hevur aftur í ár verið úti og ruddað 💚
Í ár hava starvsfólkini á smoltstøðini og alarar á teimum fimm alibrúkunum á sjónum ruddað. Tilsamans 57 starvsfólk.
32 alarar tóku á leið 4,5 tons av ruski upp í nærumhvørvinum.
Rundan um smoltstøðina (framvið landsvegnum) ruddaðu 25 fólk 275 kg. av ruski. 💪
Tilsamans umleið 4,8 tons! Flott, tit 🤩 ... Sí meiraSí minni
Havnar kajakkfelag 💚🙌🏼 ... Sí meiraSí minni
Børnini í Dagstovninum Brosinum ruddaðu Hvalba 💚
“Veðrið var av tí allarbesta, og ruddað var ymsastaðni í bygdini, frá Brosinum niðan til skúlan, á Heyggi, út gjøgnum bygdina, oman til træbrúnna, á Skørinum og á sandinum.”
- Hvalbiar kommuna ... Sí meiraSí minni
Myndir frá røskum fólki í Suðuroynni 🌿
“Okur hava verið og ruddað úti í Tjaldavík. Fyltu upp í 2 sekkir, so nógv, sum okur nú orkaðu at bera niðan á vegin. So er tað ikki eftir. Hevur tú ruddað?”
Takk fyri, Turið Vestergaard Í Dali 💚 ... Sí meiraSí minni
Gott tiltak, Hugla ☺️💚 ... Sí meiraSí minni
🗑️ Einans tvey tons ruddað í ár! 🗑️
Føroyar vóru aftur í ár partur av stóra altjóða tiltakinum World Cleanup Day. Árligi ruddingardagurin var leygardagin 21. september, og higartil eru um 2 tons av burturkasti tald upp. Á leið 500 fólk ruddaðu sjálvan ruddingardagin og dagarnar rundanum.
Málið hjá okkum í Rudda Føroyar hevur, síðani stovnanina av felagsskapinum, verið at fáa 5% av Føroya fólki út at rudda, men framvegis er eitt petti á mál 💚 undanfarin ár hava tó verið fleiri ferðir so nógv fólk við á ruddingardegnum sum í ár, og okkurt árið eru 30 tons av burturkasti ruddað.
Í ár vóru ruddingar í hesum støðum:
Hvalba, Trongisvágur, Tvøroyri, Øravík,
Klaksvík, Fuglafjørður, Eiði, Hoyvík, Tórshavn, Gamlarætt, Havnadalur.
Summar ruddingar vóru samskipaðar av okkum, og aðrar tóku fyritøkur og einstaklingar sjálv stig til 💚
Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri at samskipa og samskifta við mongu partarnar, sum hjálpa til at gera ruddingardagin til veruleika.
Vit takka kommununum fyri gott samstarv og fyri at burturbeina ruskið og IRF og Kommunalu brennistøðini fyri at taka ímóti. Eisini takka vit øllum einstaklingum, skúlum, dagstovnum, feløgum, fyritøkum og øðrum stovnum, ið hava ruddað og/ella stuðlað á ymiskan hátt. ☺️
Somuleiðis vilja vit takka stuðlum okkara. Stuðlar í 2024 eru:
- Hiddenfjord, sum er okkara høvuðsstuðul aftur í ár. Umframt fíggjarligan stuðul rudda starvsfólkini í Hiddenfjord á hvørjum ári 💚
- Betri
- Sjógæti
- MBM
- Tórshavnar kommuna
- Umhvørvismálaráðið
- Nomatek
- Visit Faroe Islands
- Selmar Nielsen Arkitektar
- Høgra
- Christian í Grótinum
- Hotel Hafnia
- Framherji
- Varðin
- Skansi Offshore
- Sev
- Articon
- Tryggingarfelagið Lív
- Elektron
- Faroe Ship
- Føroya Banki
Við vón um vælvild og góða luttøku í 2025.
Blíðar heilsanir
Nevndin ... Sí meiraSí minni
Støðan higartil - 2 tons av ruski skrásett 🚮 hoyr innslag í útvarpstíðindunum við Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, høvuðssamskipara okkara 👇🏼
Hevur tú ruddað í ár? Skráset á heimasíðu okkara, ruddaforoyar.fo 💚 ... Sí meiraSí minni
Í dag er altjóða dagur hjá ST móti matoyðsli! 🌯🗑️
Í Danmark endar um 15-20% av øllum mati í ruskílatinum. Hvat gert tú heima fyri at minka um matoyðsl? ... Sí meiraSí minni
... Sí meiraSí minni
Takk fyri ein sera góðan ruddingardag leygardagin 21. september! 💚
Góðu tit, ið hava ruddað - og fara at rudda komandi dagarnar - farið inn á ruddaforoyar.fo/skraset-rudding/ og skrásetið vekt (umleið) og tal av ruddarum 🙏🏼 Vit hava hagtøl frá øllum árunum, síðani vit stovnaðu felagsskapin, og tey verða mest eftirfarandi, um tit hjálpa okkum at skráseta 😁 ... Sí meiraSí minni