Fyrireiking áðrenn ruddingardagin
Dálkað øki, ið skal ruddast
Lokalsamskiparin velur sær øki í sínum nærumhvørvi at rudda.
Byrjanarstað
Lokalsamskiparin velur eitt stað, har ruddararnir møtast.
Ruddararnir fáa boð um, hvar og hvat teir skulu rudda, og hvar ruskið skal leggjast.
Lokalsamskiparin má kanna, hvør eigur útvaldu økini, og um neyðugt spyrja um loyvi at rudda á økinum. Eisini skal spyrjast um loyvi at ganga á privatum øki, um t.d. neyðugt er at ganga gjøgnum privatan bø fyri at koma til ruddingarøkið.
Lokalsamskiparin skal upplýsa okkum um ruddingarstaðið, t.d. um tað er barnavinarligt ella serliga hættisligt, soleiðis at hetta kann deilast við ruddararnar.
Rusksavningarstøð
Lokalsamskiparin staðfestir, hvar ruskið skal savnast og boðar høvuðssamskiparanum frá nágreiniliga, hvar ruskið verður savnað og avtalar, nær ruskið skal heintast.
Burturbeining av ruski
Møguliga lokalsamskiparar hava ábyrgd av at skipa fyri heinting av innsavnaða burturkastinum og at fáa tað á rætta stað. T.v.s. at fáa til vega lastbilar at koyra burturkastið til lokalu bingjuplássini ella har, sum kommunan ávísir. Koyrir kommunan burturkastið, skal lokalsamskiparin fáa tlf.nr. hjá viðkomandi, sum koyrir.
Tórshavnar kommuna: Alt burturkastið verður heintað og burturbeint av kommununi. Undantikið í Nólsoy, har alt ruskið skal sorterast og koyrast inn á bingjuplássið.
Allar aðrar kommunur: Ruskið verður vónandi heintað av kommununum, meira kunning fæst frá høvuðssamskiparanum. Tit kunnu fáa tlf.nr. hjá teimum, sum koyra fyri tykkara kommunu, og annars samskifta við høvuðssamskiparan.
Amboð
Lokalsamskiparin metir um, hvørji amboð skulu nýtast fyri at savna ruskið.
Matur og drekka
- Høvuðssamskiparin ella lokalsamskiparin skipar fyri onkrum ábiti og drekka til ruddararnar. Vónandi fáa vit lokalar mathandlar at veita okkurt gott og orkufult til ruddararnar. Annars er gott at hoyra frá teimum royndu, hvussu tey gera.
- Lokalsamskiparar skulu møguliga heinta og/ella keypa okkurt afturat. Høvuðssamskiparin kunnar um hetta. Peningurin verður endurgoldin – minst bert til kvittanina.
- Vit heita á allar luttakarar um at hava (termo)kopp við.
Innivist:
Best er, um lokalsamskiparin fær okkurt høli/neyst til taks, har ruddararnir kunnu fáa innivist, drekka, vesiatgongd og sum heild kunnu kroka, um veðrið ikki er av tí besta.
Á degnum
Tilmelding av ruddarum
Ruddarar kunnu melda seg til líka til ruddingardagin, og tað kann henda seg, at ruddarar møta upp uttan at hava meldað seg til frammanundan. Tó skal lokalsamskiparin heita á ruddarar, sum ikki hava meldað seg til, um at gera tað, áðrenn farið verður at rudda. Vit ynskja at fáa hagtøl fyri rudding á hvørjum ári og samanbera við árini frammanundan, tí er tað sera umráðandi, at ruddarar skráseta seg. Hetta kann skjótt og lættliga gerast á eini snildtelefon, við at skráseta rudding, av tær sum lokalsamskipara ella av ruddaranum sjálvum.
Skiljing av ruski
Innsavnaða ruskið skal skiljast. Soleiðis verður skilt í ymsu kommununum:
Tórshavnar kommuna: Jarn og metal skal skiljast fyri seg. Battarí, akkomulatorar saman. Restin skal brennast.
Allar aðrar kommunur (IRF): IRF hevur greitt skiljingarskjal, sum verður sent tykkum saman við amboðum og útgerð.
Tað kann vera eitt hugskot at gera sær eitt toymi, ið skilir ruskið, sum verður samlað. Um ruskið skal vigast, so kann sama toymið gera hetta ella eitt heilt “triðja” toymi.
Myndir
Myndir kunnu sendast til rfsamskipan@gmail.com ella til ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo.
Lokalsamskiparin verður biðin um at heita á luttakarar at taka myndir frá ruddingini. Eisini verður tú biðin um at taka nakrar myndir ?