Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum áhugafelagsskapi við umhvørvinum sum hjartamál?
So er møguleikin nú, tí Rudda Føroyar søkir eftir einum fólki at taka sær av at samskipa tiltøkini hjá felagsskapinum. Árligi ruddingardagurin í september er størsta tiltakið, vit skipa fyri, men onnur ruddingartiltøk og lýsingaátøk eru eisini í umbúna.
Vit bjóða eitt verkætlanarstarv, umleið hálva tíð – møguliga meira, í einum felagsskapi, har vit brenna fyri umhvørvinum og einum sunnum og ruskleysum heimi.
Uppgávurnar eru millum annað…
- at samskifta og samstarva við fyritøkur og almennar stovnar
- at samstarva við lokalar samskiparar kring landið
- at skipa fyri ruddingartiltøkunum sjálvum – bæði praktiskt og fyrisitingarliga
- at gera kunnandi tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar
- at gera avtalur við samstarvspartar av ymiskum slagi
- at søkja um stuðul
Vit vænta, at tú…
- arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
- hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk og fáa samstørv í lag
- dugir at miðla tilfar um umhvørvið á ein lættan hátt til sosialar miðlar og heimasíðu
- hevur áhuga fyri umhvørvinum
- fylgir við í “umhvørvisheiminum”
Setanin
Starvið verður sett skjótast gjørligt og er fyribils fram til 1. november 2022. Arbeiðsstaðurin er framman fyri tínari egnu teldu, og tú skipar sjálv/ur arbeiðið.
Vit vænta, at tú fært møtt á fund í Havn, tá toymið hittist.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og sera lagaligar. Løn sambært avtalu.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo ella send okkum eini boð á Rudda Føroyar.
Umsóknin skal sendast okkum í seinasta lagi 28. mars 2022 til ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo.
Um Rudda Føroyar
Rudda Føroyar skipar fyri føroysku luttøkuni í altjóða árliga ruddingardegnum “World Cleanup Day”. Umleið 4.000 fólk hava ruddað saman við okkum, og uml. 80 tons av ruski eru tikin úr náttúruni og burturbeind. Eisini skipa vit fyri øðrum átøkum, t.d. “Rudda stubbar” og ruddingardegi á Hvalnesi í Skálavík.
Síðan okkara fyrsta átak hava vit prógvað okkara virði sum ein álítandi og arbeiðssamurfelagsskapur við høgum trúvirði. Vit megna at gjøgnumføra stórar verkætlanir, har nógv fólk, bæði einstaklingar, felagsskapir, vinnuvirki og almennir myndugleikar, taka undir við okkara endamáli og hjálpa okkum at rudda.