Ingmar Valdemarson Á Løgmansbø

Takkarskriv | Rudda Føroyar 2018

15. septembur 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi, og nú, 10 ár seinni, vóru Føroyar við á fyrsta altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Føroyar taldust millum tey 150 londini, ið luttóku, og her ynskja vit at takka øllum, sum hjálptu okkum at koma á mál. Um vit […]

Røða til Rudda Føroyar endabrestin | Sigrun Mohr – forkvinna í Rudda Føroyar

Mynd: Finnur Justinessen

Hesa røðuna helt Sigrun Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar, í Norðurlandahúsinum í sambandi við endabrestin aftaná altjóða ruddingardagin 15. septembur: Gott kvøld øll somul. Vegna felagsskapin Rudda Føroyar skal eg bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið í kvøld til endabrestin av hesum ruddingardegi. Tann 16. novembur í fjør fekk eg henda fyrispurningin frá Elini […]

Tankar á skapanarsunnudegnum 2. sept. 2018 | Anne Mette Greve Klemensen

Øll kunnu keypast, sigst – tað er bara ein spurningur um, hvussu høgur prísurin er. Í dagligdegnum hava øll nógv atlit at taka, tá vit keypa mat, klæðir og annað. Skulu vit keypa dýrt ella bíligt, konventionelt ella økologiskt, nýtt ella brúkt? Tað, sum er rætta loysnin í einum føri, er ikki altíð tann rætta […]

Hvussu nógvir samskiparar skulu til fyri at skifta eina peru?

Eg veit ikki, men vit skulu brúka í minsta lagi 10 til at rudda Føroyar. Nýggjur felagsskapur Rudda Føroyar er ein nýggjur felagsskapur, sum virkar til frama fyri einar reinar og ódálkaðar Føroyar við at skipa fyri føroysku luttøkuni í Altjóða Ruddingardegnum, World Cleanup Day, sum á fyrsta sinni verður hildin 15. septembur í ár. […]