Rudda Føroyar søkir eftir samskipara til verkætlanarstarv at seta skjótast gjørligt
Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum áhugafelagsskapi við umhvørvinum sum hjartamál? So er møguleikin nú, tí Rudda Føroyar søkir eftir einum fólki at taka sær av at samskipa tiltøkini hjá felagsskapinum. Árligi ruddingardagurin í september er størsta tiltakið, vit skipa fyri, men onnur ruddingartiltøk og lýsingaátøk eru eisini í umbúna. Vit bjóða…