Ársaðalfundur

Nevndin

Á myndini frá vinstru: Ása Jóhanna Pólsdóttir, Elsa Berg, Sigrún Mohr, Elin Lindenskov, Sissal Carlsdóttir á Lag og Theresa Jákupsdóttir. Vantar á myndini: Suffía Nón

Rudda Føroyar hevur havt aðalfund

Mánadagin hin 16. mars hevði Rudda Føroyar ársaðalfund, har m.a. roknskapur varð lagdur fram og undirskrivaður, og eisini ársfrágreiðingin varð løgd fram. Í ársfrágreiðingini hevur forkvinnan fyri Rudda Føroyar, Sigrún Mohr, valt at varpa ljós á, hvussu ruddingardagurin 2018 eydnaðist, og hvussu vit saman kunnu skapa ein enn betri leist fyri 2019. Á

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Val av nevndar- og tiltakslimum
Á skránni var eisini val av nevndarlimum og tiltakslimum. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Sigrún Mohr, forkvinna
Elsa Berg, næstforkvinna og umboð fyri Ringrás
Elin Lindenskov, kassameistari
Theresa Jákupsdóttir, umboð fyri FNU
Sissal Carlsdóttir á Lag, samskiftisfólk

Tiltakslimirnir eru:
Suffía Nón
Ása Jóhanna Pólsdóttir

Tá formligi parturin av aðalfundinum var av, varð tosað um, hvørjar ætlanir Rudda Føroyar hevur fyri 2019.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *