Takkarskriv | Rudda Føroyar 2018

15. septembur 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi, og nú, 10 ár seinni, vóru Føroyar við á fyrsta altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Føroyar taldust millum tey 150 londini, ið luttóku, og her ynskja vit at takka øllum, sum hjálptu okkum at koma á mál.

Um vit byrja við byrjanini:

  • Hugskotið, íverksetanarhúsið hjá Tórshavnar kommunu, skal hava eina stóra tøkk fyri at vera ein avgerandi samstarvsfelagi, tá verkætlanin fór av bakkastokki. Tey hjálptu okkum at seta eina greiða kós fyri verkætlanina, og hetta eru vit sera takksom fyri.

Tíðliga í ár varð ein samskipari settur í Rudda Føroyar, sum fór í holt at søkja um stuðul frá ymiskum feløgum og fyritøkum. Summi svaraðu als ikki, onnur søgdu nei, men nóg nógv søgdu tíbetur ja! Vit hava móttikið peningaligan stuðul frá:

  • Betri, sum var høvuðsstuðul okkara
  • Hiddenfjord
  • MarineHarvest
  • Klædnaskápinum
  • Borg
  • PM

Verkætlanin hevði ikki blivið til nakað uttan hendan stuðulin, og tí vilja vit takka hesum fyritøkum og feløgum hjartaliga fyri hjálpina.

Ruddingardagurin hevði eiheldur komið í lag uttan lokalar samskiparar kring landið. Hesir hava uppiborið eitt ordans herðaklappfyri tíðina, tey hava lagt í verkætlanina! Eisini hava kunningarstovurnar kring landið, og serstakliga Vága kunningarstova, eina tøkk uppiborna fyri at hjálpa okkum at lýsa eftir samskiparum á sosialu miðlunum.

Annars hava vit myndað ein samstarvsleist við:

  • Landsins kommunur um at savna burturkast inn og beina tað burtur uttan kostnað
  • Burturbeiningin fór fram í samstarvi við IRF og Kommunalu Brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu.
  • RIB62, sum hjálpti til at sigla ruddarar frá Nólsoyarbygd til Hósmøl og burturkast við heim aftur.
  • Handlum, sum hava latið vinningar til okkara kappingar á sosialum miðlum:
    Uno, Elinsa, Vist.fo
  • Dugna, sum hjálpti okkum við týðing og prenting av visitkortum.

At rudda krevur posar, og tá ruddast skal framvið vegi, krevjast vestar, so ruddararnir eru sjónligir og tryggir:

  • Vest Pack stuðlaði Rudda Føroyar við at lata posar uttan fyri Havnina
  • Meðan Tórshavnar kommuna læt posar til ruddingarnar í Havnini
  • Vestar fingu vit frá Betri
  • Posta var so beinasamt at bera posar, vestar og vektir at viga burturkastið við út til okkara lokalu samskiparar runt landið uttan kostnað.

Ruddararnir sjálvir, einstaklingar sum feløg, hava verið mest avgerandi liðurin í teimum 50 ruddingunum. Túsund takk fyri, øll somul!

Aftan á ruddinginarnar hátíðarhildu vit dagsins bragd:

  • Norðurlandahúsið stuðlaði við at vera karmur um tiltakið
  • Lea Kampmann ríkaði okkum um løtuna við sínum vakra tónleiki
  • Gist&Vist læt okkum ábit til gestirnar umframt at lata okkum nýta teirra frálíku fleirnýtiskoppar til drykkjuvørur,
  • … sum Okkara og VistGrøði stuðlaðu við
  • Her vístu vit dagsins avrik við myndum og filmum frá myndafólkunum Hannes Lesch, Torkil Djurhuus, Tróndi Dalsgarð, Gilla Brend í Hoyvík, Sarah Zachariassen, Bjartur Vest, Nicoline Korsvold, Rebekku Rafael og Nathaly Silva Dos Santos.

Alt í alt hevur Rudda Føroyar 2018 verið ein áminning um, hvussu stóra byrðu vit kunnu lyfta, tá vit samstarva – heili 22 tons! Ruddingar bata um støðuna her og nú, men hugburðsbroytingar og endurhugsan skulu til fyri at búna okkara samfelag, so dálking verður søga.

P.S. Vit ynskja eisini at takka teimum, ið bjóðaðu sína hjálp, men sum vit ikki fingu møguleika at gagnnýta:

  • Samskip bjóðaðu okkum bingjur, um vit høvdu tørv á tí
  • Flutningsfelagið Kreton bjóðaði seg at koyra bingjurnar hagar, ið tørvur var á teimum
    • Við hjálp frá kommununum megnaðu vit tó at arbeiða uttan um henda tørvin. Vónandi fáa vit eins góð tilboð næsta ár
  • Lakeside í Vágum bjóðaði sær til at veita ruddarum ein drekkamunn og at sigla burturkastið heim úr Oyrum
    • Uppmøtingin til hesa ruddingina var tó tíverri ov lítil til at fremja ruddingina, sum tískil bleiv avlýst.
  • Bakkafrost bjóðaði sær til at lata bátar sínar til ruddingarendamál á degnum, um tørvur var á tí. Hetta bleiv ikki viðkomandi í ár, men vónandi ynskir Bakkafrost at hjálpa aftur næsta ár.

 

Blíðar heilsur
Rudda Føroyar toymið

2 Comments

    • Hey Ása,

      Myndirnar eru í løtuni allar á facebook, uppdeildar í mappur frá hvørjum øki. Seinni koma tær eisini á heimasíðuna 🙂

      Vinarliga,
      Ingmar

      Reply

Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *