TLF: 78 78 96, T-postur: ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo

Tankar á skapanarsunnudegnum 2. sept. 2018 | Anne Mette Greve Klemensen

Øll kunnu keypast, sigst – tað er bara ein spurningur um, hvussu høgur prísurin er.

Í dagligdegnum hava øll nógv atlit at taka, tá vit keypa mat, klæðir og annað. Skulu vit keypa dýrt ella bíligt, konventionelt ella økologiskt, nýtt ella brúkt? Tað, sum er rætta loysnin í einum føri, er ikki altíð tann rætta í øðrum samanhangum. Fleiri pengar ein hevur, fleiri valmøguleikar eru, tað er klárt. Fara vit uppá kompromis við umhvørvisatlit og dygd fyri at meira skal liggur eftir til okkum sjálvi?

Pengarnir, vit brúka, stýrir hvat verður framleitt, og tey seinnu árini er fokus ikki einans á vøruna í sjálvum sær, men eisini á framleiðsluháttin. Hvussu ávirkast umhvørvið av tí, sum eg og tú keypa og brúka? Vit eru við at vakna sum tilvitaðir brúkarar.

Og tað er ein grund fyri tí: Nú byrja vit av álvára at síggja, hvussu jørðin er ávirkað av menniskjum. Vit hava dálkað og óruddað á heimsplani í fleiri generatiónir, og nú liggur eitt upptak eftir. Ikki bara vit, men eisini komandi ættarlið koma at verða meira tilvitaði um, at tað ber ikki til at handfara jørðina uttan vit og skil. Pengarnir, vit brúka privat og størri investeringar á lands- og heimsplani stýra, hvat verður framleitt, og tí eru pengar álvarsamasta etiska málið, sum er til. Við pengum kunnu vit lyfta og bjarga øðrum og náttúruni, ella vit kunnu gera tað mótsatta.

Hví prestur skal hava eina meining um hetta, kann tykjast løgið, tí hvørki biologi ella økonomi eru á tímatalvuni á teologistudiunum. Men etiskt er umhvørvismálið aktuelt sum ongantíð fyrr, tí um vit, sum líva í dag á hesi gongustjørnu einki gera, so umskapa vit okkara guðgivna paradís til helviti á jørð og verður tað arvurin hjá komandi ættarliðum. Her má handlast á øllum planum, ikki minst heimspolitiskt, áðrenn tað verður ov seint.

Kristiliga sæð er lívið arvur, sum skal latast viðari. Vit mugu fara virðiliga við tí, sum vit hava fingið til láns, tí tá vit, sum sita her ikki eru her longur, skullu okkara eftirkomarar arva jørðina. Gævi at tey fáa andað, etið og livað uttan at vera kvald í kemiska óruddi, sum menniskjan hevur umskapað Guðs gávur til seinastu gott hundrað árini.

Dálkingartrupulleikarnir kunnu vit hvør sær ikki loysa. Men heimspolitiskt, landspolitiskt og kommunalt kunnu vit gera nokk so nógv í felag. Og heima við hús kunnu vit gera eitt sindur, ikki minst kunnu vit læra komandi ættarlið at fara virðiligt við Guðs gávum, so tað í teirra hugaheimi verður ein sjálvfylgja ikki at oysla, ikki at blaka óspiltan mat burtur, ikki tveitta rusk í náttúruna og so framvegis. Hugburðsbroytingar byrja ofta heima við hús.

Vit, sum liva í dag, skulu nokk klára okkum okkara tíð út, men vit eru her so stutt, og trupulleikarnir koma kanska ikki fyrr enn eftir okkara tíð. Og hví tosa um hetta lívið, skulu kristin ikki bara hugsa um eftirlívið? Nei, tí vit eru forpliktað uppá hvønnannan her og nú.

Fyri stuttum síðani doyði danska skaldi Benny Andersen. Hann skrivaði mangt um menniskjalívið sum heild, og ein yrking eitur:

Livet er smalt og højt

En tændstik blusser op i verdensrummet

belyser kort et ansigt før den slukkes.

I mørket mødes hænder

berører kort hinanden før de stivner.

Ord sendes ud.

Nogle få når frem til et øre

huskes muligvis en tid.

Målt på langs er livet kort

men lodret målt uendeligt

en dirrende fiber i dødens muskel.

Kys med det samme

før kysset rammer et kranium.

Snart er du ingen

men nu har du læber

og tændstikker.

Ja, lívið er smalt og høgt. Tað er altsamalt arvur, og arvur er óuppiborin gáva, sum skal farast væl við. Latum okkum geva okkum far um, hvussu vit liva saman meðan vit eru her. Tí enn hava vit varrar, tennstikkar, trúgv, mót og politiskar møguleikar at venda einari oyðileggjandi handfaring av náttúruni, so komandi ættarlið eisini kunnu liva lívið – bæði smalt og høgt.

 

Anne Mette Greve Klemensen,

sóknarprestur

Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *