TLF: 78 78 96, T-postur: ruddaforoyar@ruddaforoyar.fo

Maud W. Hansen: Rudda Føroyar og rudda heimin

maud wang hansen

Nú fara vit at taka lógvatak saman og rudda Føroyar tann 15. september.

Ein maður segði við meg í dag, at hann er ímóti hesum, at vit bert rudda ein dag. ”Vit eiga at rudda hvønn dag!”, segði hann.

”Jú gamaní”, svaraði eg, men vit mugu eisini varpa ljós á tørvin og eggja fólki til hetta, tað kemur neyvan av sær sjálvum. Tað er eins og við jólunum, tey eru einans einaferð um árið, men vit minnast hví alt árið.

Eg taki upp tað er síggi liggja og sløðast og sum eg veit tínur og dálkar umhvørvið. Tað er eitt nú plast, fløskur, bommpappír og sigarett-stubbar. Eg má siga, at tað býður mær ímóti at rudda sigarett-stubbar upp av vegnum, men tað er neyðugt. Har eg búgvi ganga nógv fólk framvið húsini, og tað er sum er tað ein vani, at tá ein traðkar í eina trappu ella úr eini trappu, so sendir ein sigarett-stubban í túnið. Ein líkasum skjýtur hann við við tummlinum og fremstafingri. Í øðrum londum er hetta forboðið, meðan tað hjá okkum er ein spurningur um moral ella umhugsni.

Góði roykjari, tú sum gongur úti og roykir, goym stubbarnar til tú sær eina ruskspann og koyr teir so í hana. Tað kann vera ólekkurt at ganga við einum stubba í hondini, men tað er eisini ólekkurt hjá einum øðrum, at taka hann upp av vegnum aftaná. Hugsa at tað er nokk best fyri umhvørvið, at eg koyri stubban í ruskspannina.

Tað eru nógvir mátar at rudda Føroyar – eitt nú við ikki at brúka óneyðugt og ikki at koyra burtur tað, ið kann brúkast umaftur.

Sjálv takist eg nógv við at sáa og planta. Til hetta brúki eg alskyns endurnýtsluíløt. Eitt nú mjólkapakkar eru fínir at sáa fræ í, teir kunnu eisini klippast í strimlar at brúka sum navnaspjøldur tá ein hevur sátt. Tað kann vera torført at halda skila á júst hvørji fræ eru í hvørjum ílati, og tá er snilt at búka eitt frámerki úr endurnýttum tilfari sum tolir vatn.

Tá eg sái brúki eg ofta eggjabakkar at sáa í, teir eru fínir og rigga vær til at halda skil á mongdini av fræi. Íløt frá súrróma, grønmeti, kjøti og dadlum v.m. eru frálík at brúka til at koyra ymiskt í. Eitt nú tá ein hentar ertrar, ber og urtir, tá eru hesi smáu íløt góð at bera ella goyma í.

Í tvey ár havi eg tikist við at framleiða pesto av grønkáli, sum veksur í garðinum. Til hetta brúki eg nógvar glaskrukkur, sum eg vaksi og reinsi væl. Tað er eitt stríð at skava alt pappírið og límið av krukkunum, men tað riggar fínt og tær eru sum nýggjar aftaná. Eg biði fólk goyma mær smáar krukkur til endamálið og um fólk hava fingið pesto frá mær, so spyrji eg um eg kann fáa krukkuna aftur ella um tey eru áhugaði at fáa uppí somu krukku aftur næstu ferð.

Í gjár skuldi eg binda nøkur bunti av grønkáli, til tað brúkti eg eitt gamalt koddabetrekk frá ommu. Eg strimlaði tað og bant rundanum stelkarnar, so vóru buntini klár at geva fólki.

Tá eg eti egg skoli eg skalið og turki tað og goymi tað. Tá eg havi samlað eitt sidnur saman, koyri eg eggjaskølini í ein blendara ella hvirlu og knúsi tey, síðani stroyi eg hetta sum kálk í moldina har grønmeti veksur.

Ofta tá ein keyptur hvítleyk, so byrja teir at spíra. Eg taki tey fetini sum spíra og stingi tey eitt og eitt í moldina í einum plantukassa uttanfyri. Í vár tók eg leskiligan og vælsmakkandi hvítleyp upp aftur.

Hesi eru bert nøkur fá dømi um hvussu ein kann hugsa um umhvørvið, spara pening og minka um innflutning av vøru. Hesi eru smá tøk at taka, men tað ber til at broyta hugburð og gera mun, eisini í tí smáa.

Kom og ver við – Maud Wang Hansen, samskipari í Nólsoy.

Skriva eina viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *