Oddvør Johansen skrivar um Rudda Føroyar

Rudda Føroyar

 

Rudda Føroyar? spurdi eg.

Ja, tað er eitt alheims átak, svaraði røddin í telefonini, – at rudda alt tað órudd, sum eygað sær, og átakið varir bara ein dag, hin 15 september 2018.

Alt tað, sum eygað sær. Eg fór beinanvegin at hugsa um alt tað, sum eygað IKKI sær.

 Kann ein einsamallur dagur gera mun? Tað var mín innari svínhundur, sum spurdi, men eg tepti hann alt fyri eitt við at svara: alt smátt er gott. Alt smátt ger mun.

Vit hava sæð tað gjøgnum eina hálva øld. Smáar rørslur – grønar rørslur, friðarrørslur, antirasistiskar rørslur eru komnar burtur úr ongum. Grasrøtur æt tað einaferð. Tær hava gjørt mun. Tær hava fingið fólk at hugsa og broyta gamlar vanar.

“Tey minstu grøs eg undrist á” yrkti Brorson longu í 1734 í sálminum Upp alt ið Harrin hevur gjørt. Longu sum 20 ára gamal týddi Matras henda tungvektaran millum sálmar til føroyskt. Og nú vit eru við tey minstu grøs – Tær minstu “grasrøtur” hava fingið fólk at sløkkja atomreaktorar, at steðga kríggjum, og hava fingið politiskar fangar leyslatnar.

Í dag eru røddir frammi sum halda, at vit – við tí forbrúki vit hava – mugu hava tríggjar jarðarkúlur at dúva uppá fyri at nøkta tørvin. Tað hava vit sum kunnugt ikki. Vit hava bara hesa einu bláu gongustjørnuna. Her er eingin B-planur.

Men tað var ikki um okkara hjartaleysu eitran og píning av jørð okkara, eg skuldi skriva, men um at rudda tað, sum eygað sær.

Fyri hálvari øld síðani var renovatión eitt nærum ókent fyribrigdi í Føroyum. Í Tórshavn høvdu vit “bukkumenn”, og tað var tað. Á bygd var hetta økið rættiliga “privatiserað”.

“ Tann gamli komfýrurin var kjarnin í hvørjum húsi og átti lívið í bæði smáum og stórum, og føroyingar vóru trekir at sleppa sær av við hendan ugganareingilin. Hann gav heitt vatn og varma, tú kundi baka breyð í honum og turka klæðir uppi yvir honum.

Vit eru komin heilt upp í sekstiárini, tá ið onkur finnur uppá at installera ein oljubrennara í komfýrin. Og hetta verður nú ein dilla um alt Føroyaland. Signað veri oljan. Men hetta er bara byrjaðin. Byrjanin til oljuævintýrið hjá okkum føroyingum.

Ein nýggjur trupulleiki stingur seg nú upp: Hvat skulu vit gera við alt tað, sum vit áður brendu í komfýrinum? Pappír, eskjur, íløt  fara nú at hópa seg upp – minst til, plastikkið er ikki komið fyri seg enn. Allar blæður eru úr bummull og fløskur úr glasi, og tað er hesi árini, at tann stóra dálkingin av áum og sjóvarstrondum byrjar. Fólk blunda, senda kanska eina stilla bøn og tøma síðani skundisliga síni ruskíløt á sjógv ella í ánna. Restina lata tey upp í hendurnar á Várharra.” (o.j. Svanirnir syngja s. 77).

Men hvar skulu vit byrja í dag? Hvussu kunnu vit venda hesi syndarligu gongdini, har heimsins høv liggja við andaneyð av kompaktum plast”oyggjum”, og føroyskir havhestar flúgva við maganum fullum av hesi deyðu føði?

Gamaní! At rudda Føroyar í EIN dag sendir eitt gott signal. Men hetta er bara byrjanin til eina kolveltandi leið, sum ongantíð má enda, tí vit á tí bláu gongustjørnuni eru nú í tólvta tíma.

Okkara vinnulív má eisini inn á vøllin. Vinnan bæði til lands og til vatns skal ikki longur sleppa at órudda ella dálka.

Tað ber væl til. Tað krevur bara praktiskan sans, eitt sindur av intelligensi og ein jaligan hatt á høvdinum.

Lógirnar mugu endurskoðast. Tað skal ikki vera loyvt at stoyta so mikið sum eina teskeið av olju ella eitri í natúrina.

Vit eiga at seta okkum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í verðini. TAÐ hevði verið eitt signal at sent út í heim.

Tað sum eygað sær. Hvat kann tað til dømis vera? Ja, tað kann vera nakað so aktuelt sum plastleidningar frá spreingingum, sum rekast inn á strendurnar. Tað kann vera plastikkhandskar, sum verða oystir út í túsundatali frá okkara bensinstøðum. Tað kann vera oljulekar frá defektum bilum og bátum. Tað kann vera skundveraíløt og tyggigummi, nylonnótir á sjónum, tungolja, gamlar rúsur á havsins botni. . .  vit kunnu blíva við.

“Fólkahavið” í Føroyum má rakna við. Nú! Og vit eiga at byrja við teimum minstu.

Verandi barnagarðspedagogar skulu á skeið í umhvørvislæru/ natúrlæru. Glæsir/Miðnámsskúlin í Vestmanna eru eitt gott boð til eina nátúruvegleiðara-útbúgving. Fróðskaparsetrið skal sjálvandi upp í leikin, tí so gevur tað status at læra um grundarlagið fyri øllum lívi á klótuni. Síðan fara hesi út í fólkaskúlarnar at undirvísa. Tað skal blíva eins natúrligt at ansa eftir natúrini sum at fara í brúsubað.

Um vinnlívið vil, kann tað ganga á odda. Dømi: Um eitt menniskja livir í armóð og skitti, fær tað fylgjur fyri menniskjað.Tað verður sjúkt, fær loppur og lýs, skrubb og tað, sum verri er. Somuleiðis er í djóraheiminum.

Um t.d. ein laksur í einum av teimum 26 alibrúkunum í Føroyum verður sjúkur og fær lús, sigur tað mær, at laksurin hevur eitt ringt lív, at hann livir í einum ósunnum umhvørvi. Loysnin er sera einføld: gev laksinum góðar liviumstøður og gloym síðan alt um medisinska viðgerð, brunnbátar og rognkelsir.

Tann 15 september 2018 fara vit  – saman við mongum øðrum londum – at rudda alt landið. Samstundis er tíðin komin til, at vit sortera alt rusk, bæði á heimafrontinum, á skipum og í vinnulívinum. Alt glas, plastfløskur, papp og klæðir verður endurnýtt, og ein loysn má finnast til tað organiska ruskið.

Góðan ruddingardag!

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *