Færri enn 50 dagar eftir

global rubbish and rudda føroyar

Milliónir av sjálvboðnum í 150 londum fara at rudda heimin uppá 24 tímar

Altjóða Ruddingardagin 15. Septembur fara milliónir av fólkum frá 150 londum at standa saman ímóti heimsumfatandi burturkaststrupulleikanum við at rudda vegir, viðarlundir, strendur, skógir og áarbakkar. Túsundatal av landsfelagsskapum mynda tilsamans eina grøna bylgju, ið strekkir seg um allan heim, frá Nýsælandi til Hawaii.

Endamálið við Altjóða Ruddingardegnum er ikki bert at førka samfelagið ímóti betri burturkastshandfaring, men eisini at økja tilvitanina um álvarsemið í hesum trupulleika, lokalt og globalt. Uppaftur týdningarmiklari er málið harumframt at stuðla uppundir og samknýta eitt nýtt heimsumfatandi ættarlið av umhvørvisleiðarum, ið saman stremba eftir at finna varandi loysnir.

“At rudda stendurnar og almenn økir ljóðar ikki, sum nakað nýtt. Okkara mál er tó ikki áhaldandi at rudda, men at koma dálkingini endaliga til lívs. Menniskju eru einasta veran, ið megnar at skapa nakað, ið ikki kann gagnnýtast av restini av vistskipanini – burturkast. 80% av plastinum, sum flýtur í okkara høvum í dag stavar frá landi av, so tað er har fyrstu átøkini mugu setast í verk í samstarvi við lokalsamfeløg runt heimin,” sigur Heidi Solba, ein av leiðarunum handan Let’s Do It rørsluna og fyriskipanartoymið hjá Altjóða Ruddingardegnum.

Altjóða Ruddingardagurin er ein fólkslig rørsla, sum byggir á eldsálir samantvinnaðar og styrktar av tøkni. Fram til 15 septembur nýtir altjóða samfelagið tøkni at kortleggja og skjalfesta staðsetingar, nøgdir og sløg av burturkasti, sum tørva at ruddast. World Cleanup appin loyvir einumhvørjum at kortleggja burturkast í sínum nærumhvørvi, skjótt og lætt, og á tann hátt veita fyriskiparunum gagnliga vitan við yvirliti yvir burturkaststrupulleikan, bæði lokalt og globalt. Appin loyvir eisini brúkarunum sjálvum at taka ábyrgd tann 15 septembur og fyriskipa ruddingar við at stovna ruddingartiltøk, har tørvur er á tí. Avbjóðingin at fremja stórar munandi ruddingar er umfatandi, serstakliga um burturkastsskipanirnar eru ónøktandi, men Altjóða Ruddingardagin standa vit øll saman um avbjóðingina, so hon gerst lagaligari.

Burturkast, sum liggur á okkara gøtum, endar tíverri ofta á sjónum. Mett verður, at áleið 80% av burturkastinum í sjónum er órøkt burturkast frá landi, sum við vindi og regni verður beint á sjógv umvegis áir og strendur. Tí er tað umráðandi at arbeiða saman á landi við samstarvi millum lokalar leiðarar, kommunur og felagsskapir til tess at verja náttúna, bæði á sjógvi og landi.

Altjóða ruddingardagurin er fyriskipaður av fólksligu hóprørsluni Let’s Do It World!, sum byrjaði í Estonia í 2008, tá 50,000 fólk ruddaðu alt landið uppá bert 5 tímar. Síðan tá hevur hendan fyrimynd spjatt seg runt heimin, soleiðis at landsumfevnandi ruddingar verða framdar sama dag runt allan heim. Hetta er ein tann skjótast vaksandi grasrótarrørslan í heiminum, sum hagartil hevur fevnt um 140 lond, har 20 milliónir fólk longu hava luttikið í arbeiðinum at basa ólógligari dálking í nærumhvørvi teirra.

Í 2018 eru 100 ár síðan Estonia bleiv grundlagt sum land, og við 100 ára hátíðarhaldinum fagna vit Altjóða Ruddingardagin sum eina av størstu gávunum, ið Estonia hevur latið heiminum.

Fleiri upplýsningar um ruddingardagin: www.worldcleanupday.com

Facebook: https://www.facebook.com/worldcleanupday2018/

Teir óhepnu veruleikarnir:

  • Helvtin av plastinum, sum er til í dag, er framleitt seinastu 15 árini
    (National Geographic, June 2018)
  • Plast í sjónum upphópast í ringmeldrum, har havstreymar reka í ring. Størsti meldurin av hesum slagi er sonevndi Stóri Burturkastsmeldurin í Stillahavinum, sum nú er mettur at vera til støddar við Frakland (700,000 til 1,6 milliónir km2)
  • Á hvørjum ári enda 4,8 til 12,7 milliónir tons av plasti frá strandaøkjum og áum á sjónum. Tað svarar til 15 fullar plastposar av plasti fyri hvønn metur av sjóvarmála í heiminum. Um alt hetta burturkast varð fylt í skrellibilar, hevði røðin av bilum fevnt rundanum heimin 24 ferðir.
    (Jemma Jambeck, University of Georgia, 2015)
  • Tað svarar eisini til at tøma ein fullan skrellibil av plasti á sjógv hvønn minutt, árið runt. Um sama gongd heldur á fram, økist hetta til tveir skrellibilar um minuttin í 2030 og fýra í 2050.
    (Ellen MacArthur Foundation report, 2016)
  • Av øllum plastinum, sum er framleitt hagartil, eru einans 9% blivin endurnýtt.
    (Jemma Jambeck, National Geographic, 2018)
  • Fleiri enn 3.5. milliardir fólk hava ikki atgongd til grunleggjandi burturkastshandfaring.
    (ISWA, Globalization and Waste Management, 2012)

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *