Kapping – Vinn gávukort frá Uno

Rudda Føroyar 2018

RUDDA FØROYAR OG VINN GÁVUKORT TIL UNO SÚKKLUR

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um allir 50.498 føroyingar beindu bert eitt stykki av ruski burtur um dagin gjøgnum summarið?

Vit ynskja sjálvandi, at mann beinir so nógv rusk burtur sum gjørligt, og vit trúgva uppá, at vit saman kunnu bøta væl um umstøðurnar í bæði náttúruni og á bygdum øki.

Vit royna at spjaða boðskapin og luta tí burtur eitt gávukort á 1500 kr. frá UNO.

Kappingartreytir: 
1. Savna saman rusk, ið tú finnur á vegnum ella í náttúruni í Føroyum
2. Tak eina mynd av ruskinum
3. Legg myndina á antin: 
a. tín egna Instagram- ella Facebook-vanga og nýt hashtaggið #ruddaføroyar. Minst til eisini at tagga @ruddaføroyar á myndini, so vit síggja hana 
b. á Facebook-síðu okkara og nýt somuleiðis hashtaggið #ruddaføroyar
c. send okkum myndina á Snapchat (vit taka screenshot av myndini): ruddaføroyar
4. bein ruskið burtur

Tú ert vælkomin at luttaka fleiri ferðir – tú økir um tín møguleika at vinna, jú oftari tú luttekur! Og sjálvandi ert tú eisini vælkomin at deila hetta uppslagið.

Kappingin er galdandi frá í dag, 11. juli, og vinnarin verður kunngjørdur 31. juli

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *