Estland leggur upp til heimsumfatandi átak móti dálking

Let's do it world1

Føroyar verða við, tá ið estar fara at skipa fyri einum heimsumfatandi ”ruskdegi” í ár. Handan átakið stendur stendur rørslan ”Let’s Do It World”, ið vil broyta okkara at- og hugburð til at tveita rusk frá okkum úti í náttúruni.

Hetta ljóðar kanska púra ørt, men kortini er tað satt, at um vit eru nóg mong saman, ber til at rudda eitt land eftir 5 tímum. Tað prógvaði Estland í 2008. 50.000 fólk kring alt landið fóru undir at beina burtur ólógligt rusk í náttúruni. Grasrótarrørslan ”Let’s Do It” skipaði fyri tiltakinum.

Eyðvitað mugu fleiri fólk til í størri londum, men esterarnir hava lagt støðið undir, hvat kann henda, um vit eru nóg mong og væl skipað eins og ” Let’s Do It”.


Í dag, níggju ár seinri, kunnu estar bretta sær á og vælnøgdir greiða frá, at tiltakið í 2008 hevur góvu fólkinum har rætta hugburðin til rusk í náttúruni og ella í býunum. Estland er eitt óvanliga reint land. So var ikki fram til 1991, meðan landið enn var partur av Sovjetsamveldinum.

”Tað er heilt einfalt ótíðarhóskandi at tveita rusk, sama hvar tað ert, á gøtuna ella í náttúruna, og mong hava í dag tikið tann hugburðin til sín”, sigur ein ung kvinna í rørsluni, Kadi Kenk.


Kadi Kenk var við á einari ráðstevnu í estiska høvuðsstaðnum Tallinn, har ”Let’s Do It” fyri stuttum kunngjørdi luttakarum úr 35 londum kring heimin síni hugskot. Síðan 2008 hevur rørslan í Estlandi breitt seg til 48 lond, sum í dag hava eitt virkið ’Let’s Do It’ toymi, og í 56 londdum eru felagsskapir og einstaklingar farnir undir at skipa virkin toymi.


Endamálið hjá rørsluni er at fáa allan heimin at ganga saman um at broyta hugburðin til ólógligt rusk í náttúruni. Tað skal eftir ætlan henda í septembur 2018 undir heitinum ’Clean Up World Day’. Stevnan er, at 5% av heimsins íbúgvum skulu vera við í størsta borgaratiltaki, heimurin hevur upplivað til dagin í dag.

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *