UM OKKUM

Endamál

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum tann 15. septembur í ár. Í 2017 luttóku fleiri enn tvær milliónir fólk úr tilsamans 14 londum. Altjóða verkætlanin eitur Let’s do it!, og yvirskipaða endamálið við hesum altjóða ruddingardegi er at fáa so nógv lond sum gjørligt at koma nærri ynskinum um ein reinan, sunnan og ruskleysan heim. Við verkætlanini vilja vit eisini skapa økta tilvitan um stóra týdningin av atburðinum hjá okkum einstaklingum: At nógv einstøk menniskju rudda í nærumhvørvinum fær ynskið um ein reinari heim at spjaða seg um allan heim. Les meira um hesa altjóða verkætlan á letsdoitworld.org

Lýsing av verkætlanini

Ein altjóða ruddingardagur hvílir á sjálvbodnari luttøku, og skal dagurin eydnast, er neyðugt at aktivera fólk, sum hava áhuga í og ynskja at verja umhvørvið. So nógv fólk sum gjørligt, privatpersónar eins og arbeiðspláss, privat og almenn, skulu aktiverast. Málið hjá verkætlanini er at aktivera 5% av øllum heimsins menniskjum til hetta átak, og sostatt er okkara mál at aktivera 5% av borgarunum í Føroyum, tað vil siga uml. 2.500 borgarar. Ynskið er, at fólk í øllum aldurbólkum taka lut á sjálvum degnum. Hinvegin vænta vit, at fleiri borgarar taka lut í átakinum, tí við rættari kunning kunnu vit røkka munandi fleiri fólkum enn 2.500. Um verkætlanin Rudda Føroyar gongur eftir ætlan, umhugsa stigtakarar eisini at halda fram í 2019, bæði við sjálvum ruddingardegnum, og við at seta okkum í samband við NÁM fyri at kanna møguleikarnar fyri at fáa framleitt tilfar til undirvísing um umhvørvið.

Takkarskriv | Rudda Føroyar 2018

15. septembur 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi, og nú, 10 ár seinni, vóru Føroyar við á fyrsta altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Føroyar taldust millum tey 150 londini, ið luttóku, og her ynskja vit at takka

Les Meira »

NEVNDIN

Sigrún Mohr

Forkvinna

Elin Lindenskov

PR & Kassameistari

Theresa Jákupsdóttir

Umboð fyri FNU

Sissal Carlsdóttir á Lag

Miðlafólk

Ingmar V. á Løgmansbø

Umboð fyri Ringrás

SAMSKIPARAR

  • Liss Joan Hansen - samskipari í Funningsfirði
  • 22 80 31
Yvirlit yvir landspartar við og uttan samskiparar

Takk til fyritøkurnar, ið stuðla Rudda Føroyar!

SAMBAND

Hevur tú hug at hjálpa, stuðla ella hevur tú spurningar? Vinarliga skriva til okkum ella ring á 78 78 96